Clik here to view.

Nú stundar til FM-róðrarnar í kappróðri. Tvey av trimum ódnartøkum eru avgreidd í Havn og Runavík, og triðja ódnatakið skal rógvast á bátastevnuni í Vestmanna. Ódnartøkini boða frá fleiri manningum enn undanfarin ár, so vit á síðulinju bíða spent. So langt aftur eg kann minnast, hevur kappróður altíð havt mín heilt stóra áhuga, sjálvt um eg ongantíð havi róð sjálvur. Stýrdi sum smádrongur Sílinum og eitt ár Ørvi, tað var tað. Tá eg kom fram á myndina omanfyri, leitaðu tankarnar aftur til hesar menninar, sum róðu við 10-mannafarinum Studentinum.
Kenni andlitini á øllum monnunum, sum eg kenni nakrar heilt væl. Menninir á myndini eru flestir handverkarar, sum tá mannaðu bátarnar. Myndin er frá 1959 tikin av Lützens foto. Fleira av monnunum róðu eisini við Havnarbátinum, og serliga minnist eg Jógvan Højsted sum á serligan hátt stýrdi Havnarbátinum til fleiri sigrar. Jógvan hoyrdist um alla vágna og brúkti annan armin at sveiggja við fram í bátin.
Clik here to view.

Á heimasíðuni havi eg skrivað grein um 10-mannafarið Studentin, sum Símun Hammer úr Vági smíðaði í 1954. Báturin róði fyrstu ferð á ólavsøku í 1955, og tað vóru studenta – og læraraskúlanæmingar, sum lótu bátin smíða. Teir skipaðu fyri ymiskum tiltøkum, millum annað spældu sjónleik, til tess at útvega pening til bátin. Vit hava ongantíð funnið útav, hvar hetta hvíta 10-mannafarið endaði sínar dagar.
Fara vit til myndina av manningini frá 1959, so róðu menn altíð í skjúrtu við uppbrotnum ermum. Bæði menn og kvinnur í Havnar róðrarfelag róðu í hvítari skjúrtu við uppbrotnum ermum og HR merkinum í bringuni. Tá í tíðini vóru steypini ikki so stór, sum tey eru í dag, og stevnurnar vóru bara fýra: Norðoyastevna, jóansøka, vestanstevna og ólavsøku. Og tá fóru rógvarar á stevnu bæði at rógva og halda stevnuni saman við bygdarfólkunum. Sjálvur upplivdi eg fyrstu stevnuna sum trettan ára gamal, tá eg í 1963 styrdi Sílinum á norðoyastevnu. (Vagnur)