Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trýss ára gomul lýsing frá luktilsishandlinum Sýruni

$
0
0

SýranTá eg í Kvinnutíðindum frá 1956 leitaði eftir grein um abbasystir mína Mariu Mikkelsen, steðgaði eg við áhugaverda og skemtiliga lýsing frá luktilshandilinum Sýruni. Handilin var ein av fleiri handlum, sum hildu til í niðastu hædd á Hotel Hafnia út ímóti Áarvegnum. Tá var lív í miðbýnum, og í 1956 búðu bara um 6000 fólk í Havn. So skjótt, sum eg sá lýsingina, merkti eg serliga luktin í nasagluggunum, tí at koma inn í Sýruna var nakað heilt serligt. Tað var nærmasti granni okkara við Hoydalsvegin Djóni í Geil, sum átti handilin. Djóni doyði á ungum árum í 1970 bara 41 ára gamal.

Djóni í Geil (1929-1970) Mynd Bjørghild í Geil
Djóni í Geil (1929-1970) Mynd Bjørghild í Geil

Lýsingin omanfyri boðar frá evni “hitt hvíta undurið”, sum fær burtur møði, rukkur og óreinsku í andlitum upp á fáar minuttir. Nú trúgvi eg ikki uppá, at nakað evni kann fáa rukkur burtur í andlitinum, men eingin ivi eru um, at hetta evnið gav kundanum nakað. Eg vísi lesarum hesa lýsing, tí í 1956 var einki sjónvarp, og Útvarp føroya var um hetta mundið um at fara av bakkastokki. Lætt var ikki at prenta myndir, tí “offsett” tíðin var ikki komin, og tað digitala var ikki uppfunnið í lýsingarverðini. Skuldi handil lýsa, mátti tað mesta skrivast.

Handilin Sýran var partur av Málingahandilinum hjá Poul Isaksen, sum helt til niðri í Geil, og sum lat upp í 1934. Í 1951 flutti handilin niðan í nýggja húsið hjá Hotel Hafnia á Áarvegnum, og tá kom Djóni í i Geil at standa fyri handlinum. Djóni, sum var giftur við Bjørghild í Geil f. Niclasen, undirvísti eisini um kvøldarnar í handilisskúlanum, sum tá helt til í hølum hjá Tórshavnar kommunuskúla. Eitt kvøldið, meðan hann undirvísir, smellur Djóni í gólvið og doyði. Hann var bara 41 ára gamal, og Bjørghild sat eftir við tveimum smágentum.

Bjørghild, sum kom ung í Sýruna at arbeiða, helt fram við handlinum til 1975. Nú 60 ár seinnni býr Bjørghild framvegis í húsunum við Hoydalsvegin, sum Djóni lat byggja hinumegin vegin hjá okkum. (Vagnur)

Handlin Sýran var í niðastu hædd á Hotel Hafnia. (Mynd Bambus)
Handilin Sýran var í niðastu hædd á Hotel Hafnia. (Mynd Bambus)

Fara vit aftur til lýsingina omanfyri, so sigur henda lýsing eins nógv og tær stóru lýsingarnar, sum vit fáa ókeypis inn á dyrnar í hópatali. Øll hesi tilboðini, sum tú ikki veitst, um tað eru verulig tilboð ella bara annar máti at selja vørurnar. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles