Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum –Ólukksáligt at vit skuldu missa Molan

$
0
0
Nógv góð minni hava vit úti á Molanum. (familjumynd)
Nógv góð minni hava vit úti á Molanum, sum var serligur fyri okkum øll. (familjumynd)

Myndin omanfyri er frá 1968, og fólkini hyggja ikki at kappróðri, tí tað var ikki fyrr enn í 1972, at Molin var longdur so mikið nógv, at ikki longur kundi rógvast 2000 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn. Hyggur tú nærri at myndini, so siga serliga bilarnir mær frá, at myndin er frá 1960-árunum. Har er ein Volvo Amazon og ein Rambler bilur, eg kennist við. Tvær gentur standa fremst við stabban í stuttum jakka og nylonsokkum, sum var mótin tá. Myndin kundi eisini verið dagin 20. oktober 1967, tá ferðamannaskipið Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum fór seinastu ferð úr Føroyum, men tað er myndin ikki. Fólkini á myndini siga sluppini Westward Ho farvæl, sum skal á vitjan í Esbjerg. Serliga við hesi ferð var, at sluppin í 1968 ikki hevði motor, og bara seglini vóru til at taka. Minnist væl, at veðrið var so mikið gott, at sluppin mest sum ikki kom úr stað fyrstu døgnini og var tí sleipað út um Nólsoynna.. Útvarp Føroya segði dagliga frá, hvar sluppin var stødd á ferðini. Westward Ho fekk næstan kongaliga móttøku, tá sluppin loksins kom til Esbjerg. Ólukksáligt at vit mistu Molan, tí Molin var nakað heilt serligt fyri okkum øll. Kanska nýggja havnabygging suður í Nólsoyarfjørð gevur okkum Molan aftur, men tað gerst neyvan veruleiki. Nógvir mussar mugu vera givnir úti á Molanum eftir dansin í 1960-árunum, tí nógv ungfólk fóru “kajtúr” út á Molan eftir dansin, sum tá endaði á midnátt. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>