Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nógvir ungdómar manna bátar í Havnar róðrarfelag

$
0
0

T

Rógvararnir í Álakeri gleða seg at fara til Klaksvíkar. (Mynd Vagnur)
Rógvararnir í Álakeri gleða seg at fara til Klaksvíkar. (Mynd Vagnur)

Tá tú spákar seinnapartar og um kvøldarnar í Álakeri er fatanina, at fleiri bátar hjá Havnar róðrarfelag eru mannaðir enn undanfarin ár. Hugdi inn í neystið, og har stóð eisini nýtt 6-mannafar, sum er komið í staðin við Gongurólv, sum í fjør í vindi fór út av vegnum. Nýggi Gongurólvur verður nú gjørdur klárur til fyrsta FM-róðurin í Klaksvík, og menninir hava vant við Hósvíkingi. Flaggdagin hevði Havnar róðrarfelag ársaðalfund, og har eru komnar eldsálir í nevndina, sum veruliga vilja nakað við ungdóminum.

Ellivu manningar í felagnum fara at rógva í summar. Fýra barnamanningar: Drekin dreingir, Títlingur dreingir, Sílið dreingir og Sílið gentur. Síðani eru Sílið og Drekin mannað við gentum og Sílið við dreingjum. Drekin er eisini mannaður við kvinnum, og síðani Gongurólvur menn, Havnarbáturin og Gongurólvur kvinnur eldri. Sum eg havi skilt á lagnum í Álakeri, so leggur felagið heilt stóran dent á at fáa fleiri barnamaningar og at fáa gentu-og dreingjabátarnar mannaðar. Og hetta er eydnast, seta við, sum tey taka til.

Stór umvæling hevur verið í neystinum í allan vetur, tí skiftingarrúmini og vs-umstøðurnar eru gjørd av nýggjum. Ætlanin var fáa nýggjan Ørv í staðin fyri Ørvin, sum fór til Suðuroyar, men tá Gongurólvur brotnaði í fjør, valdi felagið at fáa smíðað 6-mannafarið heldur enn 8-mannafarið, sum man fara at koma til næsta róðrarár. Tí eitt 8-mannafar má felagið eiga.

Formaður í Havnar róðrarfelag er Bjarti Mohr, næstformaður Róar Dalsgaard, Fróði Magnussen er kassameistari, Sigrid Vesturgarð skrivari og Eyð Fróðadóttir nevndarlimur. Jú, gott lag er í Álakeri, og sjálvur eri fegin um, at Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen tóku stig til ódnartøkuni, har undirtøkan gerst størri og størri. Serliga tær ungu manningarnar fáa heilt nógv burturúr, tí nú sleppa tey at starta tríggjar ferðir í hvørjum ódnartak tiltaki. Hetta gevur rógvarum royndir, sum kunnu flytast til FM-róðrarnar.

Nú stundar til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík, og spennandi, hvussu leikur fer. Vit bíða øll í spenningi. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>