Clik here to view.

Nógv byggivirksemi er í Havn í løtuni, og tú undrast, at so nógv stór arbeiði fara fram samstundis. Eitt av stóru arbeiðunum er at umvæla Tórshavnar kommunuskúla, har partur av skúlanum skal gerast til lestraríbúðir. Um dagarnar hava teir sett upp føroya størsta “stillads”, og tá eg sá, hvussu skjótt arbeiðið gekk, og at fleiri vandir útlendingar fóru upp í hæddirnar, hugsaði eg: Eingin føroyska fyritøka liggur inni við so nógvum fermetrum av “stilladsi”. Hevði hug at kanna málið.
Ringdi fyrst til Húsavarðatænustuna, sum stendur fyri arbeiðinum. Frá teimum fekk eg at vita, at “stillandsið” er komið úr Týsklandi í fýra trailarum, og at menn frá týsku fyritøkuni hava sett upp “stilladsið”. Menninir er farnir aftur til Týsklands og koma aftur at taka “stilladsið” niður, tá arbeiðið er liðugt. Talan er um føroya størsta “stillands” umleiða 4000 fermetrar, sum er fingið til Føroya í samstarvi við fyritøkuna Kaj Andreasen, sum leigar út “stillads”.
Clik here to view.

So at ringja til Kaj Andreasen, og har søgdu tey mær, at fyritøkan liggur inni við so mikið nógvum tilfari, at tey kundu loyst hesa uppgávu, men nú er summartíð, og arbeiðið at umvæla Tórshavnar kommunuskúlan skuldi byrjað beinanvegin. Tí vóru tey noydd at venda sær til týska fyritøku, sum nú er komin til Føroya við stóra “stilladsinum”. Vandir týskarar fylgdu eisini við teimum fýra trailarunum til Føroyum, at seta upp, og arbeiðið gekk bæði skjótt og væl.
Seinnu árini er nógv broytt, tá talan er um trygd á arbeiðsplássum, og maðurin frá Kaj Andreasen sigur mær, at stóra “stilladsið” er sett upp eftir týskum trygdarreglum. Í løtuni síggjast grøn net um allan skúlan, men gerst veðrið ikki til vildar, tá málast skal, verður “stilladsið” pakka inn í stórar dúkar, sum nú er vanligir at síggja í Føroyum.
Tá eg spyrji mannin frá Kaj Andreasen, hvat leigukostnaðurin er, so sigur hann, at vanliga er fermetrarkostnaðurin fimm krónur, men henda uppgávan er av slíkum slag, at torført er at brúka fermetrarkostnað. Alt velst um, hvussu leingi “stilladsið” skal standa, og hvussu umstøðurnar eru at seta tað upp. “Stillads” eru bæði sett upp uttan á kommunuskúlan og um skúlan inni í skúlagarðinum. (Vagnur)