Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hondbóltsúrmælingurin er farin – Sverri Jacobsen spældi í 25 ár í bestu deildini

$
0
0
Sverri uttast til vinstru spælir her ímóti TB, sum hevði lið í bestu deildini. (Mynd Vagnur)
Sverri uttast til vinstru spælir her ímóti TB, sum hevði lið í bestu deildini. (Mynd Vagnur)

Tá eg hoyrdi boðini, at Sverri Jacobsen var farin 71 ára gamal, leitaðu tankarnir beinanvegin á hondbóltsvøllin. Í míni tíð sum hondbóltsspælari var Sverri nógv tann besti spælarin í landinum. Hvussu máta vit so dygdina á einum spælara. Eg vigi og meti spælaran soleiðis: Hvussu er spælarin fyri tekniskt og taktiskt, hvønn týdning hevur hann fyri lið sítt, spæligleðin og drívmegin á vølli, skotin mál og tal av meistaraheitum, tal á dystum, hondbóltsstøðið í hvørjum dysti, og ikki minst hug av venja til tess at gerast betri. Út frá hesum var Sverri klárt besti hondbóltsspælarin í landinum í næstan ein mansaldur.

Sverri var éisini frálíkur fótbóltsspælari og spældi við HB í bestu deildini. (Myndaeigari: Birgir Sondum)
Sverri var eisini frálíkur fótbóltsspælari og spældi í nógv ár við HB í bestu deildini. (Myndaeigari: Birgir Sondum)

Kyndil var stovnað í 1956, og Sverri Jacobsen, Niels Nattestad og Jóan Pætur Midjord vóru nakrir av næsta ættarliðnum, sum komu á besta liðið fyrst í 1960-árunum. Sverri var frá byrjan gull verdur fyri liðið, tí hann var lámur. Hann var ikki stórur á vøkstri, men kropssterkur, skjótur og hevði serligt eyga fyri spælinum. Eitt hondbóltslið “skríggjar” altíð eftir slíkum spælarum. Tá Sverri byrjaði at spæla hondbólt, var hondbóltsspælið uttanduraspæl, og spælt var um summarið á grúsvøllum.

Sverri var eisini frálíkur fótbóltsspælari í HB, og tá í tíðini lá væl fyri at spæla bæði hondbólt og fótbólt í bestu deildunum. Fyrst í 1960-árunum vóru bara fýra lið í bestu fótbóltsdeildini, HB, B36, KÍ og TB, og liðini spældu bara seks landskappingardystir í árinum. Í 1962 vóru bestu mansliðini í hondbólti býtt í tveir bólkar. Í øðrum bólkinum spældu Kyndil og TB, og í hinum bólkinum spældu VÍF, Neistin og SÍF. Eftir fáu dystirnar í grundspælinum, var spældur FM-finaludystur. Hvørki í fótbólti ella hondbólti kunnu tal av dystum sammetast við nógvu dystirnar í 2016.

Sum hondbóltsspælari kom Sverri bæði at uppliva at spæla á grúsvølli, asfaltvølli og í høll. Í 1968 kom eg at spæla á besta liðnum hjá Neistanum, og spældu vit nógvar dystir ímóti Sverra. Men eg kom ongantíð at kenna mannin, tí tað var, sum hann helt okkum eitt fet frá lívinum. Styrkin hjá kyndilsliðnum var um tað mundið, at liðið hevði eina fast grundstammu í fleiri ár. Sverri, Jóan Pætur, Natte, Hjørleif í málinum, Hilmar og hvussu teir nú allir eita. Stóri kappingarneytin hjá Kyndli hesi árini var VÍF, sum hevði so góðar spælarar sum Johnny Joensen og Steinbjørn Zachariassen á liðnum.

Sverri millum kyndilsvinir í 1961. Standand f.v: Sverri Jacobsen, Nick Thomsen, Poli Jacobsen, Heðin Mikkelsen og Jóan Pætur Midjord. Fremst f.v: Vagnar Olsen, Viggo í Stórustovu og Petur Hans Poulsen. (Mynd: Bjartur er kyndilslogin)
Sverri millum kyndilsvinir í 1961. Standandi f.v: Sverri Jacobsen, Nick Thomsen, Poli Jacobsen, Heðin Mikkelsen og Jóan Pætur Midjord. Fremst f.v: Vagnar Olsen, Viggo í Stórustovu og Petur Hans Poulsen. (Mynd: Bjartur er kyndilslogin)

Hyggi eg í rúgvumiklu kyndilsbókina Bjartur er kyndilslogin, so eru míni orð í yvirskriftini ikki av leið. Ì tey umleið 25 árini, Sverri spældi í bestu deildini, spældi hann 193  landskappingardystir og skeyt 921 mál. Men Sverri spældi eisini steypadystir, nógvar Europa cup dystir og seinni eisini dystir í 2. deild. Tað bleiv til 640 dystir, og 3050 mál vóru skotin.

Sverri uttast til vinstru á hugnaløtu hjá Kyndli. (Myndeigari: Birgir Sondum)
Sverri uttast til vinstru á hugnaløtu hjá Kyndli. (Myndeigari: Birgir Sondum)

Meðan eg siti við telduna, síggi eg Sverra á vøllinum við Natta bíðandi á linjuni. Natti var ikki linjuspælarin, sum flutti seg nógv á linjuni, men hann dugdi nakrar ávísar forðingar, sum Sverri kendi væl, og áðrenn nakar visti av, kom ein sending frá Sverra til Natta, sum var fríur. Sverri kundi spæla Natta blundandi. Hetta kundi lata seg gera, tí Sverri var so málsøkin, hevði gott eyga fyri spælinum, ja, og hann kundi so nógv á hondbóltsvøllinum, har møguleikarnir hjá honum vóru nógvir, og tí torførur at verja. Hann var urmælingur í gjøgnumbrotspæli og at spæla linjuspælaran, skeyt eisini vanlig hoppskot og langskot og var altíð við í skjótálopunum. Haldi ikki, at hann var so góður verjuspælari.

Kyndilsmenn gingu nógvir í føðingardegi hvør hjá øðrum, og teir spældi mangan kort. (Myndaeigari: Birgir Sondum)
Kyndilsmenn gingu nógvir í føðingardegi hvør hjá øðrum, og teir spældi mangan kort. Uttast til vinstru Petur Sigurd Rasmussen, Eyðbjørn Mørkøre, Sverri Jacobsen og við bakinum til Jóan P. Midjord. (Myndaeigari: Birgir Sondum)

Føroyar spældu fyrsta hondbóltslandsdyst í 1964 ímóti íslendingum á asfaltvøllinum í Gundadali, og vit spældu aftur landsdyst ímóti íslendingum uttandura í 1968, og Sverri spældi sjálvandi hesar landsdystir. Sverri spældi eisini seinni á føroyska landsliðnum, og sjálvur spældi eg landsdystir við Sverra fyrst í Ìslandi í 1971 og síðani í nýggju høllini á Hálsi, tá vit spældu ímóti dønum við Flemming Black sum venjara. Vit mugu ikki gloyma, at Sverri var eisini frálíku honbóltsvenjari. Hann vandi bæði lið í bestu deildini og vandi fleiri ungdómslið hjá Kyndli við heilt góðum úrslitum.

Kyndilsmenn vinna FM-heitið 1974. Aftast f.v: Heðin Mikkelsen, Finnur Helmsdal, Annfinn Rubek Nielsen, Jóan P. Midjord og Niels Nattestad. Fremst f.v: Sverri Jacobsen, Áki Davidsen, Jakku Heinesen, Hjørleif Kürlberg, Hendrik Rubeksen og Hilmar Joensen. (Mynd Bjartur er kyndilslogin.
Kyndilsmenn vinna FM-heitið 1974. Aftast f.v: Heðin Mikkelsen, Finnur Helmsdal, Annfinn Rubek Nielsen, Jóan P. Midjord og Niels Nattestad. Fremst f.v: Sverri Jacobsen, Áki Davidsen, Jakku Heinesen, Hjørleif Kürberg, Hendrik Rubeksen og Hilmar Joensen. (Mynd Bjartur er kyndilslogin)

Nú er Sverri farin hesin megnar hondbóltsúrmælingur, sum kundi so nógv á hondbóltsvøllinum. Minnist einki til, at Sverri nakrantíð var álvarsliga skaddur hesi 25 árini, hann spældi í bestu deildini. Vit koma altíð at minnist henda frálíka góða bóltúrmæling. Tá eg sigi omanfyri, at vit vóru nógv, sum ikki kendu Sverra, tí hann helt okkum eitt fet frá lívinum, so veit eg, at Sverri var hittinorðaður maður og kundi undirhalda, tá tá hann var millum hondbólts- og fótbóltsvinir. (Vagnur)

Tríggjir kendir HB-ar uppi á "Bakkanum". Uttast til vinstru Sverri Jacobsen, Heri Nolsøe og Bjarni Clementsen. (Myndaeigari: Birgir Sondum)
Tríggjir kendir HB-ar uppi á “Bakkanum”. Uttast til vinstru Sverri Jacobsen, Heri Nolsøe og Bjarni Clementsen. (Myndaeigari: Birgir Sondum)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>