Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Vánaligt av Eiðis kommunu at kappa høvdini av svanunum

$
0
0
Verður rætt atborð, so er pláss bæði fyri svanum og fólki. (Myndaeigari. Einar Michelsen)
Í Plantajuni fyri 60 árum síðani. Verður rætt atborið, er pláss bæði fyri svanum og fólki. Svanurin og eg sínast at vera væl. Tað bar til fyri trýss árum síðani, so eigur tað eisini at bera til í 2016. (Myndaeigari. Einar Michelsen)

Skakandi tíðindi at hoyra av Eiði, at Eiðis kommuna hevur avlívað svanirnar á Eiðisvatni. Tað mátti vera frægari háttur at latið svanirnar liva enn at kappað høvdu av vøkru fuglunum. Myndin omanfyri er um trýss ára gomul. Mamma, pápi, omma mín Amanda, ein beiggi mín og eg eru í Plantajuni í Havn og vitja svanirnar. Nógv fólk komu í Plantajuna at síggja svanirnar, nógvu dunnurnar og njóta friðin. Havi ongantíð hoyrt, at svani í Plantajuni hevur skatt barn. Um so er, so hava foreldrini ikki ansað nóg væl børnunum.

Hesa mynd tók eg á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)
Hesa mynd tók eg á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Hyggur tú nærri at myndini, er hegn um ovara hylin. Sjálvandi kunnu djór vera vandamikil, og fer tildømis barn millum beinini á hesti, kúgv, tarvi ella veðri, so kann roknast við, at djórini sparka ella stanga. Vála vit mitt á vegnum á ferðsluni, so er eisini vandi fyri, at vit vera yvirkoyrt. Vit læra børnini í skúla og heimi at ferðast í ferðsluni, og soleiðis skuldi eisini verið gjørt á Eiði. Forbannað langt úti at kappa høvdini av svanunum, bara tí okkurt foreldur ikki megnar at læra børnini at umgangast djór úti í náttúrini.

Svanur er vakur fuglur. (Mynd Vagnur)
Sjálvandi skal svanur sleppa at halda til á føroyskum vøtnum.  (Mynd Vagnur)

Sjálvandi kann svanur vera vandamikil, tí hann slær hart við veingjunum, serliga tá svanurin hevur ungar. Vit foreldur verja sjálvandi okkara børn, og svanurin verjir sínar ungar. Eiðisvatn er somikið stórt, at pláss átti at verið bæði fyri fólki og svanum. Svanur er vakur fuglur. Orsøkin, at svanar ikki eru í Plantajuni í Havn, er utta iva, at Tórshavnar kommuna far ikki upp í lag at tetta ovara hylin, sum lekur illa. Plantajan er ikki í tí standi longur, sum tá eg var smádrongur. Havi sjálvur arbeitt ár í Plantajuni, tá eg var í farloyvi sum lærari.

Stór skomm fyri Eiðis kommunu at drepa svanirnar. Heldur skuldi kommuna funnið aðra loysn. Tað næsta verður, at allir svanar, sum vísa seg á vøtnum í Kollfjaðrardali og á Leynavatni ella aðrastaðni kring landið verða skotnir við brestin.

Vøkur sjón at síggja svanarnar. (Mynd Vagnur)
Vøkur sjón at síggja svanirnar á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Svanur leggja at landi ávegis til íslands

Svanur er ótrúliga prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men strevið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir.

Villi svanurin eigur annars í Íslandi og øðrum kuldalondum. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands, har hann ger sær reiður av sevi og mosa digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til enda verður tað ein túgva. Svanur er so ráðaríkur og harðsintur, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið. Makarnir halda væl saman og eru umhugsnir fyri ungunum, sum teir ikki lata úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.

Meðan bøgan vermir, situr steggin uttan og syngur. Um heystið síggjast aftur svanir á okkara leiðum aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum. Tá kunnu teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082