
Stórt spreingivirksemi fer fram við høllina á Hálsi, tí høll skal byggjast uppí núverandi høll, og nógv parkeringspláss skulu gerast eystanfyri høllina. Tey hava sett girðing um økið, men eg síggi, at stórur vakur steinur sleppur at standa. Sjálvandi, vil eg siga, tí hetta er søguligur steinur, sum verður róptur Skipar Hansens steinur. Vit skulu heilt aftur til 1808 til navnframa Brillumannin til tess at fáa at vita, hví hesin steinur kom at vera róptur Skipar Hansens steinur.
Fyrst í 1800 talinum vóru nógv fremmanda skip at síggja við Føroyar. Vóru skipini fronsk, vóru tey at meta sum vinir, men vóru tey ensk, vóru tey at meta sum ófriðarkroppar, sum vóru komnir til Føroya at ræna. Ein dagin sást skip millum Borðuna og Glyvursnes, og kommandanturin á skansanum sendi bát við átta monnum umborð at fregnast, hvat skipið vildi. Men har kom eingin bátur aftur. Skipið sigldi tætt inn undir skansan og legði seg har. Skansabáturin lá bundin við skipið, men har kom eingin í land.

Komandanturin sendi so annan bát, eisini mannaður við átta monnum, men har hendi heldur einki, og báturin kom eisini at liggja bundin við fremmanda skipið. Knappliga sóust tríggir stórbátar kom í land fullir við fólki og vápnum. Teir lendu beint undir skansanum, og niðan frá sjóvarmálanum koma fremmanda mennirnar gangandi við føroysku soldátunum sum skotbjálva. Ótarnaðir sluppu teir inn í skansan, tóku flaggið niður og vundu tað enska á stong. Onglendingarnir settu eld á skansahúsini og soraðu hvørja kanón. Tveir dagar seinni settu teir segl og fóru avstað. Havnin lá verjuleys fyri ófriðarkroppum.
Viku seinni kom aftur skip á Havnina, sum segðist vera franskt, og gleði var á fólki í Havn. Høvuðsmaðurin á skipinum steig frá borði og kom í land. Fremstu embætismenninir í Havn stóðu niðri á støðni og tóku ímóti honum og leiddu hann til húsa. Fólk undraðust á henda mann, tí hann hevði rund gløs um eyguni, sum tey ikki høvdu sæð áður. Tey skiltu, at hetta vóru brillur, hann bar, og tí kom hann at ganga undir navninum Brillumaðurin.

Skipari í Havn nevndur Skipar Hansen hevði henda dagin eisini verið umborð á fremmanda skipinum, men honum dámdi ikki hesar menn. Brillumaðurin fór umborð aftur á skipið, men seinni um dagin kom hann í land aftur og vildi hava fatur í Skipar Hansen. Uttan iva tí hann vildi hava los at sigla seg millum oyggjarnar. Men Skipar Hansen var ikki at finna nakrastaðni, og Brillumaðurin kravdi, at stór leiting var sett í verk til tess at finna mannin. Gjørdu embætismenninir ikki tað, setti Brillumaðurin eld á Havnina.
Maður fór av húsi við hundi at leita eftir Skipar Hansen, og har var leitað væl og leingi. A enda funnu teir Skipar Hansen uppi við ein stóran stein á Hálsi. Hetta var tá langt uttan fyri Havnina. Skipar Hansen var fluttur umborð á fremmanda skipið, og tá fór skipið av Havnina og friður var á havnarfólki. Brillumaðurin kom seinni aftur á Havnina, har hann kravdi kirkjuklokkurnar og rændi alla peningin, kirkjan átti. Ùr einahandlinum tók hann eisini nógva vøru, og óttin var so mikið stórur í Havn, at nógv havnarfólk flíggjaðu til grannabygdirnar.

Seinni um árið kom Brillumaðurin aftur siglandi fram við Føroyum, og tá lat hann menn sínar seta Skipar Hansen á land á Dalsfles. Tað var takkarlønin, Skipar Hansen fekk afturfyri, at hann hevði stýrt skipinum ígjøgnum váðasjógv bæði í Føroyum og uppi undir Íslandi. Hetta var sum omanfyri sagt í 1808, og tá búðu umleið 600 fólk í Havn. Uttan iva má vera fáur, sum veit, at steinurin á myndini omanfyri verður róptur Skipar Hansens steinir, og gleðiligt, at steinurin ikki verður sprongdur burtur, tí hann er vakur og søguligur. (Vagnur) Kelda: Okkara søga 2 – Myndateknari: Edward Fuglø)