
Torført kann mangan vera at spáa um úrslitini í kappróðri, men tú hevur altíð eina ábending ella eina innaru kenslu, hvat fer at henda. Vit hava nú róð fýra FM-róðrar, og tríggir eru eftir at rógva. Hyggur tú í stigatalvurnar á Stavnur.fo, so hava fleiri manningar longu vunnið FM-heitið, sjálvandi um einki heilt serligt hendir bátunum. 10-mannafarið Eysturoyingur, 6-mannafarið Rádni kvinnur, 6-mannafarið Smyril menn og 5-mannafarið Firvaldur gentur vinna FM-heitið. Vit mugu uttan iva bíða til á ólavsøku, hvør dreingjabátur vinnur FM-heitið, 5-mannaførini við kvinnum, og hvat 8-mannafar vinnur FM-heitið. Annars haldi eg, at Ormurin fer at taka Eysturoying á vestanstevnu.

Hví giti eg tað? Jú, umborð á Orminum sita fyrst nakrir ungir menn, sum í nógv ár hava róð saman. Teir kláraðu seg væl, tá teir róðu við Knørri. Nú eru so tríggir heilt góðir royndir rógvarar komnir umborð á Ormin, og vit sóu longu á jóansøku, hvussu stóran mun átakið gjørdi. Ormurin var har frammi frá byrjan, og tá vit hugsa um, hvussu stutt manningin hevur róð saman, og at teir nú hava havt eina viku at fyrireika seg til vestanstevnu, so talar alt fyri, at Ormurin fer at taka Eysturoying í Sørvági. Havnarbáturin hevur mist mann vegna skaða, og kann Drekin reyði finna fram stevið frá 2014 og 2015. Bátarnir eru jú so tættir.

Í seinastuni hava vit ikki sæð Ormin og Knørr á Havnarvág. Bátarnir eru rýmdir til Kollafjarðar at venja, tí ikki er venjandi á Havnarvág fyri skjóttgangandi bátum, skutarum og farmaskipum og fiskiskipum, sum liggja við bryggju við skrúvuni frá. Tað stendur stórt skeltið á Molanum, at hægst loyvda ferðin innan fyri Molan er fýra míl, men hetta skíta fólk á. Omurin og Knørrur hava staðið í lándum neystum í Kollafirði.

Sørvágur sum róðrarøki? Sørvágur er frálíkt róðrarøki, og nú vóni eg, at Róðrarsambandið fyrireikar seg væl til vestanstevnuróðurin, tí vit hava ikki so góðar royndir í Sørvági. Eftirlitið og fyrireikingin má vera 100%. Nógvar róðrar er lætt at gita um, tí teir siga seg sjálvir. Men so eru tað 10-mannaførini og serliga dreingjaróðurin, har vit uttan iva fáa ein nýggjan vinnara. Tað kundi verið stuttligt, um Hvessingur gav Smyrli enn meira kapping, og at kvinnurnar umborð Teistanum megna at halda ferðina allan teinin, so Erla kongsdóttir ikki sleppur ov lætt.

Frálíki myndamaðurin Bjartur Vest tók hesar myndir og aðrar á jóansøku. Frálíkar myndir, sum eg eri sloppin at brúka. Frálíkt róðrarveður hevur verið í summar, og vónandi heldur góða veðrið fram. Vit kunnu gleðast um, at so nógvar ungdómsmaningar eru í flotanum – eina hálvthundað. Hetta boðar frá góðum. (Vagnur)

