Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tunlarnir frá 1963 og 1967 – Politikarar í Norðoyggjum og Suðuroy hava sovið í tímanum

$
0
0
Tunlarnir Norður um fjall vóru tiknr í nýtslu í 967. (Mynd Vagnur)
Tunlarnir Norður um fjall vóru tiknr í nýtslu í 1967. (Mynd Vagnur)

Eg stúrsaði við í gjár, tá eg hoyrdi í útvarpinum, at gomlu tunlarnir í Norðoyggjum ikki kunnu gerast fyrr enn í 2022. Eisini stúrsaði eg við, at tá herfyri hoyrdist, at meðan Landsverk ikki hevur pening til nýggjar maskinur, so tey kunnu halda ferðsluna koyrandi um veturin, tá kavi er, so fossa milliónirnar í pengakassan í Havn, har einki er óført. Tá talan er um gomlu vandamiklu ótíðarhóskandi tunlarnar Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967, so hava politikararnir í Norðoyggjum og Suðuroy sovið í tímanum í alt ov nógv ár. Ússaligt, má sigast, tí hesir tunlar skuldu verið gjørdir fyri nógvum árum síðani.

Skrivaði hesar reglur eftir seinasta løgtingsval: Men fyrst til Suðuroyar, sum á løgtingsvalinum fekk fimm fólk vald á ting. Kristin Mikkelsen, Sirið Stenberg, Bjarna Hammer, Henrik Old og Jacob Vestargaard. Hesi mugu syrgja fyri, at tunnilin til Hvalbiar beinanvegin verður gjørdur nýggjur ella dagførdur, um tað kann lata seg gera. Nýggja samgongan kann ikki bjóða vinnuni í Hvalba hesar umstøður. Henrik Old gjørdist landsstýrismaður, og hann gjørdi skjótt av og segði, at tá liðugt er at bora til Viðareiðis, skulu borimaskinurnar til Hvalbiar. Men hví er politikararnir í Suðuroy ikki eru vaknaðir fyri nógvum árum síðani, tá talan er um ótíðarhóskandi tunnulin frá 1963?

jkjkkj
Hvalbiartunnilin var tíkin í nýtslu í 1963. Tunnilin er ótíðarhóskandi.

Vit hoyra dagliga um trupulleikarnar í Norðoyggjum. Tunlarnir vóru gjørdir í 1967, júst árið, tá eg fóru í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen. Í 1967 vóru eingir stórir Volvo og Scania last bilar, eingir stórir trailarar, stórir tangabilar, stoypibilar og stórir bussar. Vegirnir vóru ikki asfalteraðir bara grúsvegir. Tíðin hevur ment bilparkina, men gomlu tunlarnir kunnu slett ikki fylgja við. Tað er sum at fara aftur í miðøldina fyrst at fara gjøgnum Norðoyartunnilin og síðani gjøgnum tunlarnar Norður um fjall. Har er myrkt, skitið og vátt, strikur fjaldar í lorti og víkiplássini alt ov smá.

Eg kom í gjárkvøldið at tosa við konu, sum býr í Klaksvík og sum í sínum arbeiði ferðast gjøgnum tunlarnar Norður um fjall. Hon segði mær, at hon visti um heilt nógv fólk, sum slett ikki tora at koyra ígjøgnum tunlarnar. Í útvarpssending Við Tóri á túri, hoyrdi eg konu siga í Árnafirði, at tey fingu ikki so nógva vitjan, tí fleiri fólk í familjuni tora ikki at koyra ígjøgnum tunlarnar.

Mín niðurstøðan er púra greið. Tað er fúl skomm fyri føroyska samfelagið alt ikki at fáa gjørt hesar tunlar beinanvegin. Meðan við byggja undirsjóvartunlar, og tveir koma skjótt aftrat fyri milliardir, so hava vit ikki ráð at gera nýggjar tunlar ístaðin fyri fyrstu tunlarnar frá 1963 og 1967. Jú, sjálvandi hava vit ráð, bara viljin er til staðar. Vit hava slett ikki ráð at bíða, sum mangan verður tikið til. Í sambandi við báðar umrøddu tunlarnar, so hava politikarar í Norðoyggjum og Suðuroy sovið í tímanum í alt, alt ov nógv ár. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>