
Beint fyri ólavsøku í fjør var eg í støðni á Argjum til tess at vita, hvørjar kvinnur mannaðu 5-mannafarið Rituna, sum Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag eigur. Kvinnurnar skuldu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men tær fingu ongan bát at rógva ímóti, tí vóru tær mest sum tvingaðar at rógva við 5-mannafari. Á ólavsøku í fjør gav Róðrarsambandið Masterskvinnum loyvi at rógva sum vanlig 6-mannafør, sjálvt um tær ikki róðu allar sjey FM-róðrarnar. Henda avgerð var heilt burturvið. Á støðni á Argjum síggi eg, at kvinnurnar, sum rógva við Sølmundi, eru mest sum tær somu, sum róðu við Rituni í fjør. Tær havi eg hitt.

Tað serliga við hesi manning er, at fleiri kvinnur mugu ferðast langt til tess at koma til venjingar. Sølmundur hevur staðið í neysti í Runavík, men nú er báturin komin út á Argir, og har skulu kvinnurnar halda til fram til ólavsøku. Herðaklapp til hesar kvinnur, at tær dáma so væl at rógva og vilja brúka so nógva tíð til kappróður. Ein kvinna kemur til venjingar longu leiðina av Viðareiði, ein kemur úr Lamba, tvær úr Klaksvík og tríggjar búgva í Havn. Tá Sølmundur stóð í neystinum í Runavík, máttu kvinnurnar úr Havn koyra í Eysturoynna til venjingar.
Torført er at manna kvinnubátarnar, tí Inga Weihe, bátsforkvinna umborð á Sølmundi segði mær í fjør, at tær høvdu vent sær til eina tredivu, fjøruti kvinnur til tess at fáa mannað bát, men illa gekst. Sjálvt um Rádni úr Runavík hevur vunnið allar fimm róðrarnar higartil, so hava tær umborð á Sølmundi ikki mist mótið. Tær hava vant nógv og hart, men tað sýnist, sum tær ikki rættliga finna rætta stevið til tess at koma nærri Rádna. Tær halda orsøkina vera onkrastaðni í teknikkinum, sum tær ikki rættiliga fáa loyst.

Nú skal eg ikki gera meg klókan, hvussu skal rógvast og ikki, men eg havi lagt til merks, at Sølmundir fylgir heilt væl við fyrstu fimm hundrað metrarnar, men so dregur Rádni veruliga frá. Tað sýnist, sum tær umborð á Rádna eru meira treystar seinasta teinin. Sjálvar halda kvinnurnar umborð á Sølmundi, at tær eru í góðari venjing og orka væl.

Og ikki hava tær mist vónina at koma nærri Rádna ella rættari sagt geva Rádna skarpan gang fyrst í Vestmanna leygardagin og síðani á ólavsøku. Fyrikomandi og smílandi kvinnur at tosa við, má eg siga. Havi stóra virðing fyri kvinnunum, sum ferðast kanska hundrað kilometrar aftur og fram til venjingar. Sum ein segði mær í støðni á Argjum. – Eg eri í løtuni meira saman við manningini umborð á Sølmundi enn saman við familjuni. Eg svaraði kvinnuni til stuttleika uttan at vita, um tær høvdu mann og børn, at bæði maður og børn fáa gleði av, at mamman og konan er í góðari venjing. (Vagnur)