
Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgari Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Fríggjadagin vitjaði eg Býarsavnið, sum Birgir júst hevur latið upp. Tú ert fantastiskur Birgar, tað skalt tú eiga.

Birgar kenni eg frá ungum árum, tá hann spældi í tónkeikabólkunum Cream Crackers og Enjoyers. Eg minnist, tá Birgar Johannessen arbeiddi hjá fyritøkuni Charles Mouritsen, sum helt til úti í Tinganesi. Tað var eisini har, hann hitti vinmannin Djóna Andreasen, sum var býdrongur á Gjaldstovuni. Kom at kenna Birgar enn betur, tá vit í Neistanum skipaðu fyri Aftur í 60 árini í tjúgu ár, har bæði Cream Crackers og Enjoyers spældu. Góð minni saman við Birgari og teimum.

Birgar hjá Fritleifi, sum hann var róptur, er føddur beint eftir kríggið 16. juli 1946, har fyrsta bókbindaríið í Føroyum var. Tað var bókbindaríið hjá H.N. Jacobsen í Gongini. Í 1949 fluttu foreldrini í Lon ella Revagarðin, sum hesi samanbygdu hús eisini vera kallað. Tá fluttu trettan familjur í senn yvir í Lon, har beiggi Birgar framvegis býr. Tað vóru tá millum tredivu og fjøruti børn, sum fingu nýggjan bústað samstundis.

Vit øll kenna Birgar, men nógv fólk kenna eisini Birgar sum útvarpsvert, har hann minti okkum á tey litføgru sekstiárini, tá tónleikurin eksploderaði fyrst í 1950-árunum og so inn í 1960-árini. Hetta birti alt aftur í lívsvónina eftir seinna heimsbardaga. Tað er ikki pengingur, sum er drívmegin hjá Birgari, tá hann brúkar so nógv tíð og orka at geva út bøkur, seta upp framsýningar og nú hevur tikið stóra stigið at ríka okkum við einum býarsavni í Havn. Birgar hevur eygað at síggi virði í gomlum lutum, sum hann sjálvur og onnur kunnu fáa gleði av.

Birgar og Elsa við familju búðu úti á Norðastahornið, men tá Elsa var farin, treivst Birgar ikki einsamallur í húsunum og flutti aftur til Havnar. Eg veit, at Birgar í nógv Harrans ár var dagligur gestur á Landsbókasavninum, tá hann legði lunnarnar undir báðar rúgvusmiklu bøkurnar Havnan – fólk og yrki. Ein skattur av teimum heilt stóru og serliga eisini okkum, sum skriva um gamlar myndir og annað tilfar í Havn. Ein leksikon um Havnina.

Fyri nú nógvum árum síðani fór Birgar at savna ymisk ting frá serliga tíðini í 1950-árunum og seinni. Hann hevði myndaframsýningar í SMS og eisini aðrar framsýningar. Ì nógv ár arbeiddi hann við bókunum, sum eg kalli meistaraverkunum Havnin – fólk og yrki. Tvær tjúkkar bøkur við nógvum søguligum og áhugaverdum myndum. Eisini hevur hann givið út bøkurnar Havnin og Havnarmyndir – fyrr og nú.

Tíverri misti Birgar konuna Elsu, sum umframt var konan og vinurin, sum eisini hjálpti honum at savna inn gamalt tilfar. Minnist, at tað var Elsa, sum kom niðan til okkum eftir mynd til bók hjá Birgari. Eg veit, at Birgar saknar konuna ómetaliga nógv, men nú sær hann út til at hava fingið part av orkuni aftur og hevur latið upp Býarsavnið, sum eg vitjaði fríggjadagin. Fekk frá Birgari loyvi at taka nakrar myndir. Eg gjørdi mær skjótt greitt, at skal eg ígjøgnum alt tilfarið, so má farast á gátt fleiri ferðir, tí har er so nógv áhugavert at síggja.

Birgar segði mær, at nógv fólk hava vitjað Býarsavnið, síðani tað lat upp. Enn eru ikki allir lutirnir komnir á pláss, og lutir kom inn alla tíðina. Tað kostar tjúgu krónur at vitja Býarsavnið. Tá eg sat á stóli eina løtu og eygleiddi frálíka savnið, kom eg at hugsa um, hví vit í Havn einki “mega” stórt býarsavn eiga, sum Tórshavnar kommuna skal reka. Í sambandi við Býarsavnið er talan um privatpersón, sum er góður við Havnina, og sum dámar at savna og varðveita eldri lutir. Birgar má gjalda alt sjálvur, sjálvt um hann hevur fingið góðan stuðul úti í býnum.

Eg vóni, at íkastið frá Tórshavnar kommuni á føðingardegnum hjá Birgari er, at kommunan sum stuðul gjaldir húsaleiguna, streym og hita. Hetta er tað minsta, nú enn fleiri skattakrónur fossa í kommunukassan. Fríggjadagin hitti eg eisini mann í Býarsavninum, sum ikki skilti, hví Birgar onka mentanargávu fær, tí bara tú skrivar eina stuttsøgu ella báðar tvær ella málar ein málning, so fært tú mentanargávu av teimum stóru. Birgar fær einki, segði maðurin. Væl vald orð, haldi eg.

Birgar, hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum. Tú ert fantastiskur, og eg vóni, at tú fært nógv ár saman við Býarsavninum og okkum, sum hava stóra virðing fyri tínum arbeiði. Á sjeyti ára føðingardegnum hevur tú bjóðað vinum, kenningum og øllum, sum hava hug til morgunmatar í B36 húsinum, har tú hevur traðkað mangt fótasporið. B36-ari um ein háls, veit eg, tú ert. Tillukku enn einaferð. (Vagnur)


