
Nú er tað vorðið soleiðis hjá mær í føroyskum kappróðri, at tú ert eins spentur um úrslitini, og tú ert, hvussu gongst at avgreiða róðrarnar. Eri ikki tryggur og havi ikki rættiliga álit á fyrireikingini. Soleiðis var eisini leygardagin í Vestmanna. Tá eg klokkan 15.00 setti meg við telduna. og teir longu fóru at tosa um hanafót, hugsaði eg mítt og fór frá telduni at takast við okkurt annað. Tað var dekan ov seint at hugsa um hanafót, tá klokkan er 15.00. Vit mistu ein tíma í frálíkum róðrarlíkindum, og spurningurin er, um vit skulu góðtaka slíkt, sum fór fram í Vestmanna?

Mítt svar er kortanei, tí vit skriva nú 2016, og eg havi hoyrt um handa hanafótin í samfull 35 ár, og vit eru ikki komin longri. Sjálvt um vit góvu 1500 og 2000 metrar teinunum skuldina, at róðrarnir gjørdist so drúgvir at avgreiða, so upplivdu vit skandaluna í Hvalvík, og nú fóru vit inn í tíðindindasendingina hjá Kringvarpinum, áðrenn 10-mannaførini fóru um málið. Tó skal sigast, at tá hesin afturvendandi hanafóturin var komin á pláss, gekk væl at avgreiða róðrarnar.

Ì útvarpsbátinum og inni í málbilinum royndu útvarpsfólkini at tosa um okkurt til tess at fáa tíðina at ganga, og í útvarpsbátinum tosaðu teir um nógva streymin við startmálið. Hetta kann ikki koma ávart á vestmenningar, tí streymur í Vestmannasundi er ikki nakað nýtt fyribrigdi og kann ikki koma óvart á fólk, tí streymurin hevur altíð verið har. Tað er mín vón, at okkurt klókt høvd í Føroyum kann finna uppá onkran start, sum riggar 100% hvørja ferð. Kanska eitt slag av eini flótibrúgv, sum kann setast saman til hvønn FM-róður kring landið. Havi hoyrt graml um, at okkurt er í umbúna.

Vit sóu tað í Sørvági, og vit sóu tað aftur í Vestmanna. Ì Sørvági gav vindurin summum bátum fyrimun, og í Vestmanna var tað streymurin, sum darvaði bátunum næst landið. Teir komu næstan ikki úr startholunum, og munurin gjørdist so øgiligur beinanvegin í summum róðrum. Serliga sæst hetta í dreingjaróðrinum, har serliga Tjaldrið, Kollur og Junkarin ikki komu avastað. Jú, nærri tú lást landi tess verri umstøður hevði tú at rógva serliga fyrst í róðrinum. Vit fingu jú eisini fýra nýggjar vinnarar av sjey róðrum í Vestmanna. Og hetta skrivaði eg eisini í undangrein, tí eg væntaði ikki, at allar bátarnir, sum vunnu í serliga vindinum í Sørvág, fóru at endurvinna bragdið í Vestmanna. Og so var.

Vit sóu eisini í Vestmanna, at favorittarnir Firvaldur við gentum, Rádni við kvinnum og Nevið reyða høvdu trupulleikar í byrjanini og slóðu ikki sigurin heilt fastan fyrr enn seinast í róðrinum. At Ormurin fór at vinna, og Drekin reyði bleiv nummar fýra, kundi altíð henda, tí 10-mannaførini eru so jøvn. Tað sama við Smyrli og Hvessingi við monnum. Tríggjar uppibornar FM-vinnarar fingu vit í Vestmanna. Eysturoying, Firvald við gentum og Rádna við kvinnum. Tillukku. Nevið reyða, Smyril við monnum og Erla kongsdóttir við kvinnum vinna eisini FM-heitið. Dreingirnir umborð á Fípuni føgru og Tjaldrinum mugu vit bíða við til ólavsøkuróðurin.


Kringvarpið og meginreglur (prinsip)
Eitt løgið fyribrigdið hoyrdi eg í Kringvarpinum leygardagin. Ùtvarpsbáturin lá við startin og bíðaði eftir, at 6-mannaførini við kvinnum eldri skuldu starta. Tá læt knappliga í frásøgumanninum, at henda róðurin siga vit ikki frá, tí í Sortudíki hava vit gjørt okkum nakrar meginreglar/prinsip, at vit varpa bara út bestu deildirnar í fótbólti, landsdystir og slíkt. Vit kunnu ikki varpa út hvønn dreingjadyst í fótbólti. Gera vit undantøk, so koma øll rennandi. Hvussu verður á ólavsøku, hava vit ikki tikið støðu til.

Álvaratos. Her hevur útvarpsbáturin ligið við startin í ein tíma, og fólk kring landið bíða eftir, at vestmenningar fáa tamarhald á hanafótinum. Tríggjar kvinnumanningar eldri liggja fyrst við startin, og so vil útvarpsbáturin ikki fylgja bátunum inneftir og siga okkum frá róðrinum. Hetta er, tá meginreglur (prinsip) verða misskiltar. Tað fór einki av teimum umborð á útvarpsbátinum at siga okkum frá róðrinum. Kringvarpið sigur jú frá dreingja- og genturóðrunum, men varpar ikki út deingjaliðsdyst millum tildømis HB og KÍ. Halt mær til góðar Suni Merkistein og tit í Sortudíki. Eg skilji ikki hesa meginreglu/prinsip, sum er heilt burturvið í hvørfall í Vestmanna leygardagin.
At enda havi eitt hjartasuff, og tað er, at Róðrarsambandið finnur saman við teimum, sum startaðu úrslitatænastuna og hagtalsskipanina fyri nú nógvum árum síðani. Hagtøl bæði nýggj og eldri hagtøl og úrslit er so stórur partur av føroyskum kappróðri, at hetta má og skal fáast á pláss. (Vagnur)