
Í sambandi við at unga bygdin Norðdepil 28. august fyllir 150 ár, skipar Hvannasunds kommuna fyri hátíðarhaldi. Tey ætlaðu at hava kappróður á hátíðardegnum og vendu sær tí til fyriskipararnar av ódnartøkum, og teir komu beinanvegin við uppskotinum at hava fyrsta ódnartakið í Hvannasundi. Skráin fyri tey trý ódnartøkini eru løgd. Leygardagin 27. august verður farið til Hvannasunds, 10. september til Miðvágs og finalan fer fram í Runavík tann 24. september. Anna Arnfríðudóttir Andresen er nevndarlimur í Norðdepils-Hvannasund róðrarfelag, og hana havi eg tosa við. Og hon sigur.

– Fyrst vil eg takka teimum, sum skipa fyri ódnartøkunum, at tey vildu koma til Hvannasunds nú Norðdepil fyllir 150 ár. Hetta gleða vit okkum til, og vit fara at gera alt, so manningarnar føla seg væl í bygdini. Tá vit práta við bygarfólkið um ódnartøkini, fegnast tey, tí kappróður hevur djúpar røtur í ungu bygdini. Vit hava 5-mannafarið Rituna, 6-mannafarið Sundabátin, og so er tað 10-mannafarið Norðingur, sum fór í knús í ódnarveðri í 2008. Hetta var bátur, sum Niclas í Koltri smíðaði.
– Nú er tað gleðiliga hent, at róðrareldsál í bygdini hevur bílagt nýtt 10-mannafar, sum vit vóna at fáa mannað næsta ár. Rógvarar úr bygdini rógva við bátum í Klaksvík og vónandi seta teir seg umborð á Norðing. Tú spyrt um tunlarnar og nógvu bátarnar, sum koma til ódnartøkini? Her gera vit soleiðis, at fólkini her norðuri verða kunnað, nær bátarnir koma ígjøgnum tunlarnar. Vit fáa so nakrar bátar ígjøgnum tunlarnar í senn. Hetta verður eingin trupulleiki.

– Vit ætla at eisini at hjúkla um rógvararnar, so teir fáa góðan bita at eta. Ikki er heilt avgjørt, hvar ódnartøkini skulu avgreiðast, men eg rokni við, at tað verður sunnanfyri byrgingina. Tit skulu øll vera hjartaliga væl komin til ódnartøkini í Hvannasundi, og eg vóni, at allar manningarnar, sum hava róð í summar, koma norður, sigur Anna at enda.

Eg kann upplýsa, at úr Havn fara fólk mannsterk til Hvannasunds leygardagin 27. august. Teir eru har Teitur Samuelsen og Fróði Magnsussen, og so kemur Magni Nielsen at leggja út startin. Brøðurnir Jón Johansen og Trúgvi Johansen standa fyri startinum og dømingini. Ódnartøkini verða eisini fyriskipað í góðum samstarvi við Róðrarsambandið.

Nú havi eg fylgt kappróðri alt mítt lív og havi altíð havt serliga virðing fyri teimum smáu plássunum, sum hóast trupulleikar og manningartrot megna at manna bátar. Tað var í fjør, at kvinnur høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men fingu ongan at rógva ímóti. Í ár rógva dreingir við 5-mannafarinum Rituni. Seinnu árini hevur verið torført at manna bátarnar, og kanska ódnartøkini kunnu geva sítt íkast, at fleiri fara at rógva har norðuri.
Eg vóni inniliga, at allar manningar, sum hava róð í summar, møta upp í Norðdepli leygardagin 27. august at ynskja Norðdepli tillukku við teimum 150 árunum. Á henda hátt eisini siga Norðtdepil-Hvannasunds róðrarfelag takk fyri alt tað, sum róðrarfelagið hevur gjørt fyri føroyskan kappróður. (Vagnur)