Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hvørjir bátar vinnu so FM – heitið og barnaróðrarnar á ólavsøku?

$
0
0
Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípun føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)
Tvey er stig er millum dreingjabátarnar Fípuna føgru og Tjaldrið. (Mynd Hvannrók)

Seinasta leygarkvøld var eg í brúdleypi hjá einum bróðursoni. Tá borðhaldið var hálvrunnið kemur ein toftamaður til mín og sigur nakað soleiðis. – Roknar tú við Vagnur, at Eysturoyingur vinnur á ólavsøku. Eg plagi altíð at hava eitt svar, men hesuferð var einki svar. Svaraði manninum. – Tey fýra 10-mannaførini hava verið so jøvn í summar við trimum ymsum vinnarum, at vónleyst er at gita, hvør bátur vinnur á ólavsøku. Endaði at siga, at eg vónaði, at Havnarbáturin vann, tí so hava øll tey fýra 10-mannaførini vunnið róður í summar. Róðrarteinurin í Havn er jú bara 901,25 metrar, og søgan sigur okkum, at vit hvørja ólavsøku fáa okkurt óvæntað úrslit.

Eysturoyingar er meistari. Myndin á ólavsøku verður heilt vist javnari enn á myndini. (Mynd Hvannrók)
Eysturoyingar er meistari. Bátarnir á ólavsøku verður heilt vist javnari enn á myndini. (Mynd Hvannrók)

Ólavsøkaróðrarnir eru serligir, tí nakrir bátar hava longu vunnið meistaraheitið, og aðrir bátar síggja sær møguleikan at enda róðrarárið væl. At vinna á ólavsøku saman við túsundtals áskoðarum, er sum at vinna eina steypafinalu, og róðrarárið er mest sum bjargað. Ein longri stegður hevur verið síðani fjarðastevnu, og summar manningar leggja heilt nógv fyri í venjingini til tess at vinna á ólavsøku. Eisini er soleiðis, at bátarnir, sum longu eru meistarar, vilja eisini vinna í ólavsøku. Sum ein rógvari segði mær einaferð, at eitt meistaraheitið er ikki tað sama vert, uttan tú eisini vinnur á ólavsøku.

Fer hetta kanska at henda á ólavsøku eins og í Sørvági, tá Teistin vant burturúr Erlu kongsdóttir. Uttan iva ikki. (Mynd hvannrók)
Fer hetta kanska at henda á ólavsøku eins og í Sørvági, tá Teistin vant burturúr Erlu kongsdóttir. Uttan iva ikki. (Mynd hvannrók)

Í 10-mannafarsróðrinum havi eg einki boð, tí bátur kann missa alt á gólvið, miseydnast starturin. Og hvussu koma teir hundrað metrarnir, sum vanta í fult mál, at ávirka róðrarnar. Tann bátur, sum ikki leggur hart út, hevur mest sum ongan møguleika. Atl talar eisini fyri, at Nevið reyða vinnur 8-mannafarsróðurin, og øgiliga spennandi at síggja, hvussu leikar fer millum 6-mannaførini við monnum Smyril og Hvessing. Har kann alt henda.

Eg vóni, at serliga Sølmundur 6-mannafar við kvinnum kann geva Rádna kapping heilt til mállinjuna, tí hetta hava nógvu áskoðararnir uppiborð. Eg veit, at Jarnbardur ætlar sær triðja plássið, men hvat siga so tær umborð á Páll fanga. Teistin 5-mannafar við kvinnum bukaði av Erlu kongsdóttir á vestanstevnu fyri síðan at vera settur á pláss í Vestmanna av Erlu kongsdóttir. Dreingjaróðurin er altíð spennandi og javnur, og vit fáa at síggja annan róður enn tann í Vestmanna, tí tá fingu bátarnir nærri landi ringan start í streyminum. Junkarin, Tjaldrið og Kollur mistu tá nógv í startinum.

Dugi ikki rættiliga at síggja, at Gullbrandur og Knørrur kunnu taka Nevið reyða á ólavsøku. Men kanska fáa vit júst óvæntaða úrsliti her. (Mynd Hvannrók)
Dugi ikki rættiliga at síggja, at Gullbrandur og Knørrur kunnu taka Nevið reyða á ólavsøku. Men kanska fáa vit júst óvæntaða úrslitið her. (Mynd Hvannrók)

Tær umborð á Firvaldi við gentum eru stinnar, men vónandi fær báturin kapping í ólavsøku. Har frammi eru serliga Firvaldur, Drekin og Falkur. Barnaróðurin er eisini spennandi, tí javnt er frammi í oddinum. Kappingin millum genturnar stendur uttan iva millum Píl, Fípuna føgru, Sílið g Spógvan, meðan dreingirnir umborð á Jallinum, Títlingi, Firvaldi og Havfúnni fara uttan iva at kappast um fyrsta plássið. Vit eru øll fegin um, at so nógvar barnamanningar hava róð í summar. Veðurgudarnir hava verið góðir við barnamanningarnar og sjálvandi eisini hinar manningarnar.

Firvaldur við gentum hevur longu vunnið meistaraheitið. (Mynd Hvannrók)
Firvaldur við gentum hevur longu vunnið meistaraheitið. (Mynd Hvannrók)

Tað løgna við teimum sjey FM-róðrunum er, at einki FM-heitið endar í Suðurstreymoy. Barnamanningarnar kappast ikki um meistaraheitið men um stevnuheitið. Tvey FM-heitið enda í Suðuroy. 5-mannafarið Firvaldur av Tvøroyri og 6-mmanafarð Smyril við monnum úr Vági. Tvey FM heitið enda í Klaksvík. 8-mannafarð Nevið reyða og Fípan fagra 5-mannafar við dreingjum og tvey FM-heitið enda í Fuglafirði. 6-mannafarið Rádni við kvinnum og 5-mannafarið Erla kongsdóttir við kvinnum. Síðani hevur Eysturoyingur heimahoyrandi á Glyvrum longu vunnið meistaraheitið.

Fari at endutaka, tað eg skrivaði í grein um ódnartøkini seinast í august mánað og í september mánað. Heiti á allar manningarnar at møta upp í Hvannasundi leygardagin 27. august at hátíðarhalda, at Norðdepil fyllir 150 ár. Eisini at siga Nordepils-Hvannasunds róðrarfelag takk fyri alt, sum felagið hevur givið føroyskum kappróðri. Góða ólavsøku og góðar ólavsøkuróðrar øll somul. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>