Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Tá Óli Debes á ólavsøku í 1961 vann svimjikapping

Image may be NSFW.
Clik here to view.
llklk
Óli Debes vinnur 400 metrar svimjikapping á ólavsøku í 1961. Svimjikapping var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku tá í tíðini. Heilt nógvir áskoðarar vildu síggja kappingarnar. Her síggja vit mergjaðar armar, sum veruliga vilja nakað. (Myndaeigari: Harald Debes)

Hevur tú antennuna frá og eyguni opin, fært altíð okkurt at skriva um. Og av tilvild koma søgurnar mangan og serliga eldru søgurnar og myndirnar. Nú er nakað síðani, eg skrivaði grein um tey tíggju systkini Debes við Tinghúsvegin í Havn. Í barndómsheiminum Tinghúsvegur 35 búgva brøðurnir Hammer og Harald Debes. Tá Harald vildi vísa mær verkstaðið hjá sær, vísti hann mær eina mynd av beiggjanum Óla Debes, sum vit øll kendu serliga frá uttandurasvimjihylinum. Óli er farin, og beiggin Harald eigur húsini hjá Óla. Í stovuni standa nøkur steyp, sum Óli vann í svimjikappingum, og millum annað eitt trýtornað vakurt steyp av gamla slagnum. Hetta mátti eg kanna nærri og havi tosað við beiggjan Hammer Debes um steypið. Og Hammer sigur soleiðis um beiggja sín.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Hammer Debes við steypinum, sum beiggin Óli vann í 1961. (Mynd Vagnur)
Hammer Debes við steypinum, sum beiggin Óli vann í 1961. (Mynd Vagnur)

– Beiggi mín Ól Debes var av sterkastu monnum, og honum dámdi væl at svimja. Vit báðir vóru fastir gestir í uttandura svimjihylinum í Gundadali, sum lat upp í 1959. Longu frá byrjan vildu fólk hava okkum at svimja kapp, men vit vildi ikki rættiliga bjóða okkum fram, tí so nógvir áskoðarar komu at hyggja. Óli var meira framligur enn eg, og hann svam heilt nógv, ja, mest sum hvønn dag. Men so á ólavsøku í 1961 fingu tey okkum báðar og Andor Hansen at svimja kapp á ólavsøku. Heilt nógvir áskoðarar høvdu á ólavsøku 1961 leitað sær í Gundadal at fylgja svimjikappingunum.

– Vit skuldu svimja 400 metrar bringusvimjing, og tað eru sekstan longdir. Óli var í nógv betri venjing enn eg, og hann vann trygt kappingina og eg bleiv seinast. Óli fekk steyp, sum Dagblaðið gav at kappast um. Eitt av teimum gomlu trýtornaðu steypunum. Óli var skemtingarsamur maður, og tá Martin Holm eftir sigurin segði við Óla í mikrofonini: – Tú ert óførur Òli, so svaraði Óli: – Tað veit eg, og eg visti, at eg fór at vinna. Og láturin frá nógvu áskoðarunum hoyrdist um allan Gundadal, sigur Hammar, sum annars eitur Hammershaimb Debes.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Myndin er júst frá ólavsøkuni 1961, tá Óli vann 400 metrar kappingina., (Mynd Havnin - fólk og yrki. )
Myndin er júst frá ólavsøkuni 1961, tá Óli vann 400 metrar kappingina. (Mynd Havnin – fólk og yrki. )

Sjálvur minnist eg væl Òla og Hammer í svimjihylinum. Umframt teir báðar vóru millum annað eisini Hans Johannes Clementsen, Sverri Djurhuus og Robert Mohr Poulsen, sum á ólavsøku drógu áskoðarar í Gundadal at hyggja at svimjikappingum. Óli og Hammer og teir stóðu fyri frálíka skemtinum, har teir millum annanð kavaðu í konufólkaklæðu frá vippunum. Minnist, at ein kapping var at svimja tvær longdir við skei í munninum, har egg lá. Mistu teir eggið, máttu kava á botn eftir egginum og halda fram.

Svimjihylurin lat sum sagt upp í 1959, og beinanvegin fóru tey undir at skipa fyri svimjikappingum. Eingin verulig skipað venjing var frá byrjan, men sum árini gingu, kom gongd á. Heilt stórur áhugi var millum manna fyri svimjikappigunum, og tað síggja vit eisini á myndunum omanfyri. Tak meg ikki í tí, men eg haldi tað var Óli ella ein av teimum eldru, sum eina ólavsøku skuldi svimja tvær longdir undir vatninum. Hetta høvdu áskoðarar ikki áður sæð nakran gjørt.

Óla Debes, sum var skemtingarsamur maður, kenna vit eisini í øðrum samhangi, tí tað vóru teir báðir Óli og Johannes (Lill) Michelsen, sum í 27. januar í 1960 stovnaðu fyritøkuna Demich. De stendur fyri Debes og Mich fyri Michelsen. Óli hevði lært til rørsmið hjá Eivind Mouritsen. 10. november 1982 var fyritøkan seld øðrum og er í dag ein stór fyritøka, sum heldur til úti við Stiðjagøtu í vesturbýnum. Óli var føddur 5. august 1927 og doyði 8. januar 2010. (Vagnur)

.

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>