Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Debes brøðurnir róðu í 1950-árunum við nýggja Havnarbátinum

Image may be NSFW.
Clik here to view.
kjkjkjk
Nýggi Havnarbáturin í 1950. Aftast f.v: Johannes Arge, Klæmint Jacobsen, Óli Debes, Símun Hellisdal, Harald Debes og Niels Jacobsen. Fremst f.v: Finnur Hansen, Hammer Debes, Erhardt Næs og Helgi Justinussen. Hassi á Krákusteini vantar á myndini. (Myndeigari: Debes brøðurnir)

Tá eg var inni í gólvinum hjá Haraldi og Hammer Debes søgdu teir mær, at Harald, Hammer og Óli í 1950-árunum róðu kapp við nýggja Havnarbátinum. Við nýggja Havnarbátinum, hugsaði eg, og so at leita í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge. Jú, mín sann. Árini 1950, 1951, 1952 og 1953 róður tveir Havnarbátar á ólavsøku og stevnum kring landið. Nýggi Havnarbáturin og gamli Havnarbáturin. Og her var eisini áhugaverd róðrarsøga at fara eftir.

Eg síggi í bókini Drekin, at Havnar róðrarfelag í 1947 keypir 10-mannafarið Tofta Regin frá Føroya ítróttafelag í Keypmannahavn. Oliver Holm, bátasmiður, smíðaði bátin 1944/1945 í Frederikssund. Sami Oliver Holm arbeiddi seinni á Tórshavnar skipasmiðju og virkaði sum formaður í nógv ár. Stríðsárini í Danmark hildu nógvir føroyingar til í Keypmannahavn, tí teir sluppu ikki heim. Tey róðu hesi árini eisini kapp á ólavsøku við Langelinju. Kappingin stóð millum sunna-og norðafjørðs menn. Ov lítið var við 10-mannafarinum Sigmundi Brestisson, og tí mátti eitt 10-mannafar útvegast aftrat.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
kjkj
Mynd frá 1950. Báturin við 3 talinum er gamli Havnarbáturin og báturin við 1 talinum er nýggi Havnarbáturin. Manningin á gamla Havnarbátinum vóru (úr rongini og frameftir) Niclas Ludvig, Poul Arne Joensen, Sigurð Danielsen, Andreas Debess, Leivur Nielsen, Kristian Andreasen, Mortan Mortensen, Adelhart Telling, Johan H. Olsen, Arne Debess og Hákun Jacobsen. (Mynd: Bókin Drekin)

So stórur áhugi var eftir stríðsárini at sleppa at rógva við Havnarbátinum, at nevndin í Havnar róðrarfelag helt, at 10-mannafar mátti keypast aftrat Havnarbátinum. Men tað byrjaði ikki væl, tí tað var noktað Havnar róðrarfelag at hava tvey 10-mannafør við á ólavsøku og á stevnum kring landið. Hvørt felag kundi bara rógva við einum 10-mannafari. Í 1950 bar so til. Flaggskipið í felagnum var gamli Havnarbátinum, og umborð á nýggja Havnarbátinum, sum báturin æt, sótu í 1950 brøðurnir Óli, Hammer og Harald Debes sum vit síggja á myndini ovast. Eg havi spurt Hammer, hvat hann minnist til hesa tíðina.

– Eg minnist, at tveir norskir træbátar róðu sum gestabátar eina ári á ólavsøku. Bátarnir, sum tú sært á myndini, vóru ikki líkir føroysku bátunum. Styttri og breiðari bátar og uttan iva eisini tyngri. Hesir høvdu ongan møguleika ímóti føroysku bátunum og vóru langt aftanfyri. Vit róðu av Gulanum og inn í Vágsbotn og bátarnir vóru Gamli Havnarbáturin, Suðuroyingur, Nýggi Havnarbáturin, Vestmenningur og Klaksvíkingur. Gamli Havnarbáturin vann, og vit í nýggja Havnarbátinum gørdust nummar trý.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
jkkjkj
Undir krígnum var hildið, at ov lítið var at hava eitt 10-mannafar í Keypmannahavn. Tí lótu tey nýtt 10-mannafar smíða í 1944/1945. Báturin fekk navnið Tofta Regin, sum Havnar róðrarfelag seinni keypti. (Mynd: Bókin Drekin)

– Tú spyrt, um vit vandu harð og nógv. Jú, vit vandu heilt nógv, og eg minnist, at tað eina kvøldið róðu vit heilt inn á Nes, og sum kvøldið leið, gjørdust familjurnar í Havn bangin um okkum. Tá var eingin fartelefon og telefon var ikki í hvørjum húsi. Vit komu ikki á Havnina aftur fyrr enn á midnátt, tí Salamon Joensen prestur á Nesi bjóðaðu okkum inn til drekkamunn, og hann vildi so fegin eisini vísa okkum kirkjuna, sigur Hammer at enda.

Sum sagt, róðu tveir Havnarbátar árini 1950, 1951, 1952 og 1953, men í 1954 sæst, at nú er aftur alt við tað gamla, og bara ein Havnarbátur rør næstu árini. Hvar nýggi Havnarbáturin endaði sínar dagar, síggi eg ikki nakrastaðni. Kann enda at skriva, at í 1956 og 1957 mannaðu teir tvey 10-mannafør í Vági. Ormin langa og Vágbing. Mær er sagt, at menn í einum býlingi í Vági mannaðu Vágbing, og menn í øðrum býlingi mannaðu Ormin langa. Sig so tað.

Annars skilti eg ongantíð, at Róðrarfelag Knørrur gav 10-mannafarinum hjá felagnum navnið Ormurin langi, tí hetta navn er heimahoyrandi í Vági. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>