Øll vilja vit knýta okkum til ymsar felagsskapir, tað vera seg um tað eru kristiligir felagsskapir, bindiklubbar, ítróttafeløg ella aðrir felagsskapir. Vit vilja hoyra til onkrastaðni, og so hevur altíð verið. Eg kann gott fylgja tankanum og endamálinum, tá vit í sjónvarpi síggja skúlabørn úti í heimi ganga í eins skúlabúna. Soleiðis var eisini í donskum og enskum kostskúlum nú fyri nógvum árum síðani.
Eitt eru felagsskapir, annað er at ganga í ítróttabúnum í skúla, har felagsmerki eru á bringuni ella á rygginum. Børn skulu ikki hava frámerki í skúlanum, tí hetta kann føra til óhepnar støður og happing.
Í nógv ár arbeiddi eg í fólkaskúlanum saman við kvinnu úr Klaksvík, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Henni lærdi eg nógv av. Hon heitti millum annað á foreldur um ikki lata børnini koma í skúla í ítróttabúnum, har B36, HB, Kyndil, H71, Neistin ella Messi stóð við stórum stavum á bringuni ella á rygginum. Børnini kundi fara í Gundadal í slíkum búnum ella spæla í búnunum í grannalagnum men ikki í skúlanum.
Vit vístu foreldrunum á, at í øllum flokkum eru minnilutar, tað vil siga, at ein drongur er kanska í flokkinum, sum heldur við Barcelona ella B36, meðan restin av dreingjunum halda við Real Madrid ella HB. Koma dreingirnir so í skúla í búnunum hjá feløgunum, so kann hetta føra til misskiljingar og happing. Eg havi sum lærari bæði sæð og upplivað slíkt. Haldi ikki, genturnar sýna slíkum búnum so stóran áhuga sum dreingir.
Í mínum ungu døgum gingu nakrir dreingir í svørtum tjúkkum leðurjakkum, dreingir, sum hildu seg vera skrappari enn vit aðrir. Tað sýntist, sum um svarti leðurjakkin økti um teirra sjálvsvirði og sjálvsálit, og summi børn høvdu hesar “leðurjakkarnar” sum fyrimyndir. Seinni sóu vit eisini nógvar “grønjakkar” í býnum, sum ikki síggjast longur. Nú síggja vit heldur ógrynni av børnum, sum ganga í Messi og Ronaldo troyggjum, ja eru í troyggjunum allan sólarringin. Tey ungu síggja jú stjørnurnar í sjónvarpinum og vilja vera sum tær.
At børn ganga í skúla í merktum ítróttaklæðum kann tykjast sakleyst, men eg veit um dømi, har trupulleikar uppstanda, tá ið kanska B36 hevur vunnið FM-heitið ella Real Madrid ella Liverpool hava tapt í vikuskiftinum. Frálíkt at síggja myndir á Facebook, har ungdómar í føroyskum landsliðsbúnum síggja dystin millum Grikkaland og Føroyar í sjónvarpinum. Tá eru vit øll í sama felagsskapi og eru ikki í skúlanum. Eg veit, at nógv foreldur hava fyri langari tíð síðani sæð trupulleikan, og tí nokta børnum at fara í skúla í merktum ítróttaklæðum. (Vagnur)