
Tá eg herfyri læs í seinnu frálíku bókini um “Stállínuskipini”, sum Sigmar Bláberg skrivaði og gav út í 2015, steðgaði við línubátin Nornagest, sum kom til landið á jólum 1961. Reiðarin og skiparin Thorvald Andreasen og konan Petrina búðu í húsum í V.U. Hammershaimbsgøtu í Havn og nærmasti granni til Ellisheimið. Og júst hetta økið var spæliplássið hjá okkum ungu, og eg kendi væl Thorvald, Petrinu og børnini Tótu, Odu, Daniu og Árna. Vit ungu sóu upp til henda vinaliga skiparan, sum fyrst átti Norðstjørnuna og síðani stásiliga línubátin Nornagest, sum hann saman við beiggjanum Alfred læt byggja í Dieppe í Fraklandi. Eina serliga hending havi at leggja aftrat vælskrivaðu søguna um Thorvald Andreasen, Nornagest og Norðstjørnuna.

Spæliplássið hjá okkum ungu við Landavegin var so mikið stórt, at tað strekti seg frá heiminum hjá okkum við Vesturkirkjuna og heilt oman í Álaker, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna, Skálatrøð og alt økið á Debesartrøð. . Vit kendu hvørt skip og hvønn bát, sum legði til bryggju á Vestaru bryggju ella stóð á bending á Skipasmiðjuni. Heilt góð ungdómsár at minnast aftur á.
Beiggi mín Hans Jákup og Árni sonur Thorvald og Petrinu vóru vinmenn, og tí var eg mangan inni hjá Árna og teimum. Vit ungu fylgdu væl við, hvussu gekst Norðstjørnuni, sum antin var á saltfiskaveiðu í Grønlandi ella undir Íslandi ella var á sild norðanfyri. Og mangan vóru vit umborð á Norðstjørnuni, tá hon lá við bryggja í Havn. Vit hildu okkum eiga ein part í skipinum, tí vit kendu skiparan Thorvald og familjuna.

Petrina var úr Porkeri og Thorvald var frá Norðskála. Tey hittust í Havn, tá Thorvald var komin til Havnar at ganga á skiparaskúla og Petrina at ganga á sjúkrasystraskúla. Thorvald skal hava sagt, at fanst tú tær ikki konu, meðan tú gekst upp á skúla, so var vandi fyri, at tú fekst onga konu, tí stundir vóru ikki til tess, og tú vart nógv burturi. Thorvald og Petrina giftust í 1944 og keyptu hús í V.U.Hammershaimbsgøtu.
Vit vóru øll við Landavegin errin at síggja stásiliga línusbátin Nornagest stevna inn um Molan beint fyri jól í 1961. Nornagestur var í pakkanum “60 milliónagrunnurin”, sum fíggjaði nógvu línubátarnar, sum komu til landið um hetta mundið. Thorvald plagdi at skemta við, hvussu stórur munur var at fara av Norðstjørnuni umborð á Nornagest: – Nú skuldi mann knappliga hava inniskógvar við í klædnasekkin, tá farast skuldi til skips við Nornagesti, segði Thorvald.

Thorvald var føddur við Norðskála 23. september 1915, og hann andaðist brádliga 5. mars 1975. Beiggin Alfred, sum var hin eigarin av Nornagesti, var føddur 14. juli 1913 og andaðist 21. oktober 1980. Thorvald og tey vóru fjúrtan sysktin, og eg visti um tríggjar brøður Thorvalds, sum búðu í Havn og á Argjum. Wolfang og Tórhallur, sum vóru skiparar, búðu á Argjum, og Kaysten, sum eisini var skipari, búði í Havn. Ein beiggi Thorvald æt Hjalgrím, sum flutti til Klaksvíkar og giftist Turid Samuelsen. Tey eru foreldur Ågot, sum kendi línubáturin í Klaksvík eitur eftir.
Lásið, sum eg stongdi um eitt rør umborð á Nornagesti.
Vit ungu lógu altíð framvið, tá Nornagestur kom á Havnina eftir at hava selt ísfisk í Skotlandi ella saltfisk í Portugal ella Spania, tí tá vistu vit, at okkurt gott var at fáa. Minnist tær nógvu Cadburry karamelleskjurnar og heilt stóru sjokulátapláturnar, sum manningin høvdu við sær í land.

Ein ferð tá Nornagestur stóð á beding í Havn, vóru vit nakrir unglingar umborð. Eg hevði eitt lás í lummanum, sum eg brúkti at steingja súkkluna við. Knappliga fekk eg hugskotið at festa lásið í eitt rør frammi á bógnum á Nornagesti. Tá so Nornagestur fór av beding aftur og fór til fiskarí, fylgdi eg væl við, um lásið framvegis hekk í rørinum. Eg var umborð, hvørja ferð Nornagestur var á Havnini. Jú, lásið hekk har í fleiri ár, men so einaferð var lásið burtur. Eg helt, at lásið skuldi geva Nornagesti góða eydnu við fiskiskapinum.
Thorvald ætlaði altíð, at sonurin Árni, sum hevið skiparaprógv, skuldi føra Nornagest, men so skuldi ikki vera. Stór sorg var í familjuni og við Landavegin, tá Árni sum 23 ára gamal í eini vanlukku á prutli doyði í 1971. Árni sigldi um hetta mundið hjá Mærsk og var heima millum túrar, tá vanlukkan hendi.

Thorvald og Alfred áttu Nornagest til 1972, tá línubáturin var seldur til Toftir og fekk navnið Nesbúgvin. Norðstjørnan, sum var bygd í 1906, átti Thorvald frá 1952 til 1974. Í 1974 søkti Thorvald sjálvur Norðstjørnuna millum Stong og Eystnes. Eg havi nógv góð minni umborð á Norðstjøruni og Nornagesti og ikki at gloyma á stóra spæliplássinm við Ellisheimið, har Thorvald og tey búðu.
Vilt tú lesa meira um Nornagest og Norðstjøruna og allar hinar línubátarnar frá hesi tíðini, so er kaga í báðar bøkurnar ”Stállínuskipini”, sum Sigmar Bláberg hevur skrivað. Næsta ár kemur út ein triðja bók um stállínuskipini.
Søgan um Nornagest er henda: Línubáturin var bygdur í 1961 í Dieppe í Fraklandi. Thorvald og beiggin Alfred seldu í 1972 Nornagest til partafelagið Sjeystjørnuna á Nesi og fekk navnið Nesbúgvin FD 177. Sjóvinnubankin keypti Nesbúgvan og seldi línubátin til Sands, har báturin aftur fekk navnið Nornagestur SA260. Í 2005 keypti partafelagið Vár í Vestmanna Nornagest, og fimm ár seinni í 2010 fór Nornagestur VN660 til Danmark at vera upphøgdur. (Vagnur)