
Mánadagin 12. september fylti hondbóltsfelagið Team Klaksvík tíggju ár. Hondbóltssorgarleikur fyri okkum hondbóltsáhuga, tá Stjørnan í ár 2000 kastaði handklæðið í ringin og gavst við dreingja- og manshondbólinum í býnum. Seks ár seinni brettu Fríðin Ziskason, Kristian Andreasen, Niclas Niclasen, Meinhardt Joensen og onnur upp um armar og stovnaðu Team Klaksvík. Byrjanin var eitt manslið, men við tíðini er lagst aftrat við ungdómi, og sum eg skilji á Helenu Kallsberg nýggju forkvinnuni í felagnum, so er stór framgongd. – Eg havi ongantíð spælt hondbólt sjálv, men taki hond í, har børn míni spæla. – Stóri trupulleikin hjá Team Klaksvík eru venjingartímar, og eg haldi, at tað líkist ongum, at menn spæla innandurafótbólt í bestu venjingartíð, sum tey ungu sjálvandi skulu hava, sigur Helena Kallsberg og heldur fram.

– Sjálv havi eg ikki spælt hondbólt, men tá synir mínir átta og ellivu ára gamlir fóru at spæla hondbólt í Team Klaksvík, møtti eg á aðafundinum hjá felagnum. Mær dámar væl at hjálpa, har børn míni íðka ítrótt. Fyri tveimum árum síðani kom eg í nevndina, har eg meira tók mær av tí praktistka, tá lið millum annað skuldu kring landið at spæla. Eftir seinasta aðalfund hildu fólk, at eg skuldi gerast forkvinna, Ja, so tók eg av. Eg havi ta áskoðan, at skal Team Klaksvík mennast enn meira, skulu vit syrgja fyri, at tey ungu fáa góða venjing, trívast væl og hava tað stuttligt.’

– Tú kanst siga, at Team Klaksvík byrjaði har upp við mansliði og við tíðini fingu ungdómar at spæla hondbólt. Stjørnan gavst jú við dreingja- og manshondbólti, og í fleiri ár spældu bara gentur og kvinnur hondbólt í Klaksvík. Stórt tak mátti takast at fáa alt í gongd aftur. Tey tvey árini, eg havi verið í nevndini, eru ungdómar lagstir til. Tað eru ikki øll børn í Klaksvík, sum spæla fótbólt. Eg haldi, at hondbóltur er áhugavert, stuttligt og spennandi spæl, sum eg sum foreldur vil vera partur av, sigur Helena.
Team Klaksvík má fáa fleiri venjingartímar
Við tveimum góðum ítróttahallum hevur Klaksvíkin heilt góðar venjingarumstøður, men sambært Helenu, so hevur hondbólturin í Klaksvik ikki nóg góðar venjingarumstøður og sigur: – Tann heilt stóri trupulleikin hjá okkum eru vantandi venjingartímar. Vit hava víst yvirfyri Klaksvíkar kommunu, at tað líkist ongum, at menn spæla innandurafótbólt í hallunum í bestu venjingartíðini hjá ungdóminum. Her er talan um tíðina seint seinnapartin og tíðliga um kvøldið. Vit fáa ikki nakran at venja tey ungu kanska frá klokkan tvey seinnapartin, tí tá eru fólk til arbeiðis. Og tey ungu kunnu ikki venja seint á kvøldi. Fáa vit ikki fleiri venjingartímar, so steðgar menningin hjá ungu spælarunum.

– Eg haldi, at støðan á tíggju ára degnum er bara heilt góð. Tað legst til við ungdómi, og vit fara at leggja alla orku í at menna ungdómshondbóltin í felagnum. Gera vit tað komandi árini, so hevur Team Klaksvík góða framtíð. Ì løtuni hava vit tildømis einki lið dreingir 16 ár, og tað mugu vit í framtíðini gera nakað við. Vit mugu hava allar aldursbólkar í felagnum, sigur Helena at enda.
Ikki kundi eg lata vera við at spyrja Helenu, um hon var í familju við fyrrverandi løgmann, tí hon eitur Helena Kallsberg. Helena er gift yngsta soni fyrrverandi løgmann Annfinn Kallsberg, og Helena býr á Viðareiði. Eg stúrsi við, tá eg hoyri, at menn spæla innandurafótbólt í hallunum í Klaksvík í bestu venjingartíð hjá ungdóminum. Hetta hevði ongantíð komið fyri í Havn. Sjálvur eri eg nevndarlimur í Gundadalshøllini, sum Kyndil, Neistin og Fleyr eiga. Í høllini hevur ungdómurin fyrsta rætt til dagtímarnar Hesir menninir, talan er um í Klaksvík, kunnu spæla innandurafótbólt seint á kvøldið, tá ungdómurin svevur. Annars eru fleiri Fifavøllir í norðoyggjum, har menn kunnu spæla fótbólt uttandura.
Kann nevna, at í Gundadalshøllini spæla menn innandurafótbólt í døgurðatímanum, klokkan sjey á morgni og seint á kvøldi ella sunnumorgnar. Klaksvíkar kommuna skal geva Team Klaksvík fleiri venjingartímar í føðingardagsgávu. At menn spæla innandurafótbólt í bestu venjingartíð hjá ungdóminum í Klaksvík er heilt burtur við og likist ongum. Tað er ikki bara Team Klakskvík, sum hevur forkvinnu. Tildømis er forkvnna í Kyndli, Neistanum og H71. (Vagnur)