Clik here to view.

Áskoðarar, sum leygarkvøldið komu í høllina í Havn at hyggja at altjóða dystinum millum neistakvinnur og rumenska liðið CSM Ploiesti, stúrsaði við, tá tey hugdu yvir á skiftingarbeinkin hjá rumenum. Har sótu bara ein eyka málverji, venjari og tveir hjálparmenn á beinkinum. Sjónin er eindømi í føroyskari altjóða hondbóltssøgu, tí heilt nógv útlendsk lið bæði landslið og felagslið hava spælt í Føroyum. Tey, sum ikki vistu betur, kundu kanska ímyndað sær, at rumenska liðið undirmetti neistakvinnur so nógv, at tey á henda hátt spardu ferðaseðlar í vissuni um at spæla seg víðari í IHF kappingini. Men orsøkin er ein heilt onnur, og tað havi eg tosað um við Nicoletu Radu Hansen. Hon kom um aldarskiftið til Føroya at spæla hondbólt við VÍF og spældi í fleiri ár við Neistanum. Nicoleta sigur soleiðis:
Clik here to view.

– Eg fylgi við rumenskum kvinnuhondbólti og síggi eisini rumenskt sjónvarp, og eg sá eisini dystin leygarkvøldið millum Neistan og rumenska liðið. Allir spælarar á rumenska liðnum eru yrkispælarar, teir liva av at spæla hondbólti og fáa góða løn. Liðið gjørdist nummar seks í rumensku kappingini seinasta vetur, men í vár kom felagið í fíggjarligar trupulleikar. Tá spælararnir ikki høvdu fingið løn í fýra mánaðir, rýmdu fleiri spælarar úr felagnum í samráði við rumenska hondbóltssambandið, sum gav teimum loyvi at sleppa burturúr sáttmálanum við CSM Ploiesti.
– Talan var um teir bestu spælararnar á liðnum, sum hava funnið sær annað felag. Rumenska liðið hevur serbiskan venjara og málverjin er eisini serbi. Tú spyrt, hví felagið ikki meldaði liðið frá IHF kappingini, tá felagið kom í fíggjarligu trupulleikarnar? Hetta góðtekur IHF ikki, tí har finna tey seg ikki í, at feløg soleiðis meldar seg úr aftur kappingini. Gerst tú tað, fær felagið einar 400.000 krónur í bót, og so valdi felagið at spæla báðar dystirnar ímóti Neistanum. Tí komu bara átta spælarar til Føroyar, og í mun til liðmanningina frá kappingini seinasta vetur, var talan um eitt eykalið, sum spældi ímóti Neistanum leygarkvøldið.
Clik here to view.

– Eg tosaði við rumenskar spælarar eftir dystin, og tær søgdu mær, at leiðslan í felagnum hevur lovað at fáa tað fíggjarliga á pláss aftur. Landskappingin í Rumenia er byrjað, og CSM Ploiesti skal longu mikudagin spæla landskappingardyst. CSM Ploiesti er stórt hondbóltsfelag, sum heldur til einar hálvthundrað kilometrar frá Bukarest. Kommunan stuðlar felagnum, men í núverandi støðu ynskja summar fyritøkur ikki at stuðla longur. Tí kom felagið í fíggjarligar trupulleikar, sigur Nicoleta og heldur fram..
– Nú sá eg dystin leygarkvøldið, og eg haldi, at neistakvinnur spældu væl og stríðsandin var heilt góður. Neistin kundi vunnið dystin, tí rumesku spælararnir vóru troyttir ímóti dystarenda, men fleiri neistaspælarar bjóðaðu ikki av. Tað sýntist, sum nakrar vóru bangnar at bjóða av og harvið vóru passivar í spælinum, sigur Nicoleta at enda. (Vagnur)