Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Seinasta heilsan frá einum eyðmýktum Gongurólvi

$
0
0
Farvæl og takk fyri nógvar góðar løtur. Vit síggjast.
Farvæl og takk fyri nógv góð minni og nógvar góðar løtur. Vit síggjast. Heilsan 6-mannafarið Gongurólvur.

Eg var borin í heim í Runavík í 2011, men skjótt gekk leiðin í Álaker, har eg hitti nógv fitt og góð fólk. Mær dámdi væl, tá ungu fólkini komu við mær í Nólsoyarfjørð, og serliga væl, tá eg bleiv vaskaður, kíndur og bonaður, tí nú gekk leiðin kring oyggjarnar at rógva kapp. Gjørdist bebbaræddur, tá tey settu meg á løttu viðheftisvognin, har summir bilførarar koyrdu so skjótt, at eg fekk sjóverk. Men hetta fór alt í gloymskunnar hav, tá vit nærkaðust dráttinum, og tey settu seg við árarnar, róðu út á málið og løgdu seg við startin. Tá var eg ikki bangin longur, men eg sá á nógvum rógvarum, at teir vóru spentir og summir bangnir.

Ì fleiri dagar stóð eg kaldur á einum vogni uttanfyri. (Mynd Vagnur)
Ì fleiri dagar stóð eg kaldur á einum vogni uttanfyri. (Mynd Vagnur)

Mær dámdi best at liggja frammi í oddinum, men viðhvørt var eg so aftarlaga, at eg næstan ikki komdi mær at nærkast dráttinum, har eingin tók ímóti mær. Eg var mangan sorganbundin drigin úr dráttinum og settur á vognin, meðan rógvarar fóru at fáa sær ein bita. Eg fekk einki.

Um veturin lá eg í dvala, men tá lýsnaði um várið merkti eg aftur spenning í kroppinum. Og tann gleði, tá eg aftur var drigin úr neystinum. Tó eitt sindur eyðmýktur, tí eg væntaði eisini at síggja ungar kvinnur umborð, men tær hildu seg ikki til. Mær dámdi væl, tá tær eldru kvinnurnar skemtaðust í bátunum. Sum tær tosaðu og flentu.

Eg taki HR merkið við mær í brenniovnin.
Eg taki HR merkið við mær í brenniovnin.

Eg merkti longu um morgunin ein leygardag í 2015, tá vit fóru at stevnu, at okkurt fór at henda í dag. Hann hevði sagt frá nógvum vindi. Órógv var á mær, og sum eg stóð illa á vonginum ávegis til FM-róðurin, og verri var á leiðini heimaftur. Mær hevði dámað betur, um eg slapp á gista á stevnuni til morgunin eftir, tá vindurin makaði. Men tey lurtaðu ikki.

Í Kollafjaðrardali kom ein hvirla og blakað meg oman av vegnum. Eg var burtur eina løtu, men tá eg vaknaði, merkti eg, at nógvir limir vóru brótnaðir. Hevði øgiliga pínu, og  serliga keddur gjørdist eg at síggja, at stavnarnir vóru brotnir. Tey fingu meg til Havnar og blakaðu meg uttanfyri neystið í Álakeri, meðan hinir bátarnir sluppu undir turt. Eingin vildi kennast við meg.

Ikki hevði eg nakrantíð roknað við at ligið soleiðis. Mær dámar best at hava kjølin í sjónum.
Ikki hevði eg nakrantíð roknað við at ligið soleiðis. Mær dámar best at hava kjølin í sjónum.

Har lá eg so í øllum veðri kaldur og summar tíðir frystur. Eg misti at enda mótið, tá menn knappliga ein dag komu eftir róðurjørnunum og kølskinnaranum. Tá misti eg alla vón at sleppa á sjógv aftur. Teir tóku tó ikki nøglina, men hvat skal eg brúka hana til?

Eg gav upp andan í óndnarveðri herfyri og var í hvirlu blakaður oman í fjørðina. Eingin áhugi var fyri mær í fleiri dagar. Men so komu nakrir menn og bóru meg niðan á turr. Teir sagaðu meg sundur, og tveir dagar seinni var eg blakaður í ein ruskbil, sum knústi meg í enn smærri stykkir. Seinastu orðini eg hoyrdi var, at báturin var tryggjaður. Eg skilti einki av nøkrum, og so bleiv alt myrkt.

Nú eru bara minnini eftir. Takk fyri nógvar góðar løtur. Ikki ætlaði eg at fara so ungur, men eingin veit á morgni at siga, hvar man á kvøldi gistur. Vit síggjast aftur. Havið tað gott  og verið góð við Havnar Róðrarfelag. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>