Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Nøkur heilt góð minni um Egil Joensen

$
0
0
Egil situr her í sínum vakra Plymouth bili. (Mynd Auto - altíð til tænastu)
Egil situr her í sínum vakra Plymouth bili. (Mynd Auto – altíð til tænastu)

Í 2002 gav P/F Auto út forvitnisligu bókini Auto – altíð til tænastu, sum Magnus Gunnarsson skrivaði og legði til rættis. Í 2002 fylti P/F Auto hálvthundrað ár. Sjálvur eri eg uppvaksin saman við Auto, og tá eg hyggi í bókina, kenni eg flestu persónar og nógvu bilarnar, sum vit ungu sýndu áhuga. Havi lisið bókina, men av og plagi eg tó at blaða í bókini, og har er altíð okkurt áhugavert at minnast aftur á. Í morgun steðgaði eg eina løtu við mynd á síðu 76 í bókini. Myndin er av Egili Joensen, sum júst fyri fýratí ár doyði av sjúku bert 38 ára gamal. Eg kendi væl Egil, tí eg plagdi onkuntíð ríða á rossi hjá honum.

Egil Joensen (1938 - 1976) Mynd: Auto - altíð til tænastu)
Egil Joensen (1938 – 1976) Mynd: Auto – altíð til tænastu)

Á myndini situr Egil í sínum stóra og vakra Plymouth bili saman við dótturini. Bilurin var í 1960-árunum í tí betra “klassanum” av bilum í Havn. Minnist væl henda bil, tí hann var serligur við ovalum ratti. Og so var intrumentbrettið eisini serligt. Egil var føddur á Eiði í 1938 og í 1944 flutti familjan til Havnar. Tað vóru tey, sum áttu Fótbúna. Egil fór í skrivstovulæru í Fútaskrivstovuni. Hann var eisini nakrar túrar til skips.

Fyrst í 1960-árunum koyrdi hann hýruvogn fyrst í Auto og síðani í bilstøðini Bil. Seinni bleiv hann leiðari á motordeildini á Fútaskrivstovuni, har hann arbeiddi til 1976. Vit ungu í Havn kendu í 1960 árunum allar hýruvongnarnar í Havn, og eisini bilin hjá Egili. Í nøkur á hevði eg stóran áhuga at ríða, men eg átti ongan hest. Egil búðu við Villingardalsvegin, og í kjallaranum stóð tvey ross á bási, sum Egil átti. Minnist, at Benny Tórsheim og eg riðu nakrar ferðir við rossunum hjá Egili, sum eg minnist sum ein fittan og fyrikomandi mann.

Auto tók í 1956 nýggju støðini í brúk. (Mynd Auto - altíð til tænastu)
Auto tók í 1956 nýggju støðini í brúk. (Mynd Auto – altíð til tænastu)

Tað ávirkaðu eisini okkum ungu, at Egil var vorðin álvarsliga sjúkur. Hann doyði 27. august 1976. Egil var giftur Karini í Svimjihylinum, sum vit róptu hana. Tey áttu tvey børn. Fara vit aftur til bókini um Auto, so stúrsar tú hvørja ferð við, hvussu ungir nógvir bilførarar vóru, tá teir ikki vóru millum okkum longur. Kanska valdu fleiri júst hetta starv, tí heilsan kanska bilaði ella teir høvdu eitt hvørt brek. Men hetta eru bara gitingar. Ein av myndunum oman fyri er av bilstøðini Auto, sum var tikin í nýtslu í 1956. Nemt at minnast telefonnummarið. 1-2-3-4. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>