
Vit eru óivað nógv, ið minnast, hvussu einsamallan man kundi kenna seg, tá man sum ungur kom til Danmarkar. Alt kendist fremmant og øðrvísi. Málið var ringt at skilja, serliga tá fólk tosaðu skjótt, og mangan longdist man illa heim. Tá var gott at eiga góð skyldfólk har í landinum. Síðst í 1950´árunum og fyrst 60´árunum fóru nógv ung niður at arbeiða ella fáa sær útbúgving, og tað fór eg eisini. Men fyrst realeksamiu, so eitt ár á kontórinum í Timburhandlinum og síðan niður. Nógvar vinkonur ætlaðu sær á sjúkrasystraskúla, og sjálvt um tað ikki rættiliga var tað, eg hevði bestan hug til, fylgdi eg við. (Skrivað greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate)

Eg hevði havt hug at lært í Føroyum, men tey árini var steðgur í, tí útbúgvingin her heima skuldi broytast. Tá útbúgvingin í Føroyum byrjaði aftur, søkti eg um at gera meg lidnan heima, men har var ikki pláss. Eg søkti so inn á Frederiksberg hospital; hevði hoyrt frá øðrum føroyskum gentum, at har var gott at læra. Mær dámdi eisini væl, at næmingarnir búðu á sjúkrahúsinum.
Ætlaði tú á sjúkrasystraskúla var ein treyt, at tú hevði verið arbeiðsgenta í eitt ár, og vit vóru nakrar, ið fylgdust niður í “húspláss”, millum aðrar vóru Annie Sivertsen sála, Poula Poulsen og Ebba Niclasen. Tá arbeiðskonuárið var av, fór eg aftur í Timburhandilin í nakrar mánaðir og so niður at læra. Kamar deildi eg við vinkonuni Annie Sivertsen.
Vit høvdu tað gott niðri, fingu eisini donsk vinfólk, men nógvum longdist illa heim. Vit fingu bert brøv heimanifrá 14. hvønn dag, og tað var ikki vanligt at ringja heim, tað gjørdi man gjøgnum Lyngby Radio, og tað var ikki bara sum at siga tað. Tá í tíðini komu foreldur ikki niður at vitja, og vit sluppu bert heim eina ferð um árið – tá var ongin ókeypis ferðaseðil. Nú vitja foreldur mangan fleiri ferðir um árið, og tey ungu fara ofta heim, bert har er føðingardagur ella brúdleyp.

Onki var sum at fara upp um summarið við Tjaldrinum sum var fult av ungum fólki, ið skuldi heim at ferðast. Vit ungu búðu í konteynarum á triðja plássi og máttu bíða, til øll hini høvdu etið, áðrenn vit fingu nakað.
Oftast vóru túrarnir sera stuttligir við tónleiki og dansi, men meg minnist eisini, hvussu ring eg mangan var í sjóverki. Tá tænararnir stoyttu vatn á dúkarnar, vistu vit, hvat vit kundu vænta okkum! So skuldi man niður aftur og skuldi siga farvæl.
Ringt var at fara niður aftur og ikki síggja foreldur og ikki minst teir smáu beiggjarnar í eitt heilt ár. Tað var ein ræðuligur tanki. Og tómligt var at koma til Danmarkar. Tá var gott at hava eina mostur, fastur ella aðra familju at fara til.

Eg átti eina fastur niðri,Hanna, sum var rópt Pitte. Hon var gift, átti tvey børn og búði í Skagen. Hana sá eg ikki so ofta, tí langt var at fara til Skagen.Og so var tað mammubeiggi mín Edgar, sum búði í Valby. Hann fór sum blaðungur út at sigla og starvaðist seinri hjá B&W. Mær dámdi sera væl at vitja hann og donsku konu hansara Ellinor. Tey áttu ein son. Tey vóru fyrikomandi og blíð og bæði fitt at práta við. Har var stórur havi at sóla sær í, og onkuntíð var eg eisini við í summarhúsi.
Tá eg var liðug útbúgvin sjúkrasystir var hátíðarhald á Frederiksberg Ráðhúsi við borgarstjóra, lærarum og familju. Tey donsku høvdu foreldur við, tað høvdu vit føroysku gentur ikki. Men mammubeiggi mín og kona hansara komu til hátíðarhaldið, og tey bjóðaðu mær til døgurða um kvøldið á Wivex, sum var ein “fínari” matstova uttan fyri Tivoli. Mostir mín Louisa var tó mítt fasta akker. Sjálvt um eg ikki hevði sæð mostur mína rættuliga ofta sum barn, føldist hon heimlig og kend; hon líktist mammu og hinum systkinum í Føroyum. Tað var heilt einastandandi at blíva møttur við opnum ørmum og kunna kenna seg mest sum húsfólk.

Sum ung starvaðist mostir mín á apotekinum í Havn, fór síðan niður á húsarhaldsskúla og var eisini eitt ár í London. Mannin, Einar, hitti hon í Føroyum har hann starvaðist sum telegrafistur. Tey giftust og búsetti seg á Stevns, har tey keyptu ein lítlan bóndagarð. Tey áttu trý børn. Seinni fekk maðurin starv hjá løgregluni í Nyborg,og har búðu tey, tá eg kom niður. Mostir mín hevði lært at seyma og seymaði fyri ein klædnahandil í býnum.
Tá eg var næmingur høvdu vit “vågeferie”, tað vil siga at aftaná eina viku í dagvakt, eina viku í kvøldvakt og eina viku í náttarvakt, høvdu vit frí í 3-4 dagar. Tá plagdi eg at fara til Nyborg at vitja, og um eg hevði frí um høgtíðirnar, fór eg eisini til mostur mína.

Tað var ein fínur túrur við toki til Korsør; gleddi meg til kaffimunnin og smørkøkuna umborð á ferjuni til Nyborg – tað hoyrdi til. Onkuntíð kom mostur mín ímóti mær, men oftast gekk eg til hús. Mostir mín og maðurin búðu í einum lítlum, hugnaligum húsum. Har var urtagarður við nógvum ymiskum grønmeti og frukt. Best minnist eg súreplini og jarðberini; hugsa tær at fara út í havan og bara fáa sær! Eg svav í eini koyggjusong í einum lítlum kamari, og ofta vóru børnini hjá mostur míni ella onkur annar har. Hvussu pláss var fyri okkum øllum, er ein gáta. Eg hugsaði tó ongantíð, at har var trongligt.

Mostir mín var láturmild, fyrikomandi og fann altíð uppá okkurt, vit kundu gera. Har var vakurt í Nyborg og vit súkklaðu mangan gjøgnum skógina og oman til sjógvin, har vit fóru útí.Ofta hevði hon tó nógvan skund. Minnist tann dagin, eg fylti 18 ár og mostir mín kom syngjandi inn í kamarið, har eg lá. Hon bar ein morgunbakka og hevði pyntað við livandi ljósi. Tað gekk hvørki verri ella betri enn, at eldur kom í eina gardinu. Vit ryktu gardinuna niður og runnu út í tún. Men brendir blettir vóru komnir á gólvteppið. So at lufta út, raka brendan luð av teppinum, koyra hvítt skócreme á og flyta okkurt lítið teppi yvir blettirnar, so maðurin onki sá, tá hann á middegi kom heim til døgurða.

Eg sat ofta og bant og var ótolin, vildi altíð hava plaggið liðugt sum skjótast. Mostir mín helt tað vera keðiligt, at man sat og kýtti seg: “bind nú frið meðan tú ert her”. Tað var gott at hava mostur mína at tosa við. At arbeiða við sjúkum fólki var mangan ógvusligt fyri eitt so ungt fólk. Eg visti ikki, at so nógv neyð og elendigheit var til, sum tað, eg sá á sjúkrahúsinum. Hon tímdi væl at lurta og gav mær mangan góð ráð, men hon hevði sínar meiningar. Sjálvt um hon var eini 35 ár eldri enn eg, bar eisini til at tosa við hana um “sheikar”.

Mostir mín læs nógv, spældi bridge og dámdi at læra seg mál. Hon dugdi Esperanto og skrivaði saman við fleiri ungum fólki í útheiminum, á Esperanto, sjálvandi. Hon visti nógv, men legði onki í at “tosa um fólk”. Hon tosaði um alt annað; um politik, um mál, um bøkur og um tónleik. Hon ferðaðist nógv, og saman við mammu míni vitjaði hon vinfólk í Týsklandi og mostur teirra, ið búði í Sandefjord í Noregi. Ongantíð hugsaði eg, um mostir mín mundi halda meg koma ov ofta. Tað hendi seg, at hon stakk mær ein peningaseðil í hondina, tá eg fór. Eg kendi meg ongantíð til fortreð, og hvørja ferð eg fór, segði hon “kom nú skjótt aftur”.

Enn hugsi eg mangan um mostur mína. Vit vóru væl, líka til hon doyði. Eg havi nógv at takka henni fyri; hon hevur lært meg nógv og var ein góður stuðul hjá mær, tá eg var ung. Eg eri vís í, at nógv við mær hava havt onkra góða mostur, fastur ella onnur skyldfólk at fara til, tá tey sum ung komu niður, og at tey hava góð minnir og nógv at takka teimum fyri. (Skrivað Chirstin Dahl Plate)