
Í døgunum 15. til 18. mai í 2014 skipaðu tey fyri mentanardøgum í Sumba, har kappróður og kappróðrarbátar eru eitt av evnunum. Tá ið eg hoyri navnið á 10. mannafarið “Sunnbingurin” leita tankarnir til barnaárini, tá ið Sunnbingurin róði inn í Vágsbotn og var klárt á odda á ólavsøku. Tað var altíð nakað serligt við 10-mannafarinum Sunnbinginum, sunnbingum og kappróðri.
Bátasmiðurin Símun Hammer úr Vági smíðaði Sunnbingin, sum róði fyrstu ferð í 1957. Símun Hammer og bátasmiðurin Andreas Hammer, sum er pápi bátasmiðin Kaj Hammer, sum smíðaði teinæringin, vóru brøður. Tað var eisini Simun Hammer, sum smiðaði 10-mannafarið Studentin og fyrsta 8-mannafarið til Havnar Róðrarfelag.

Í Sumba siga tey Sunnbingurin og gamli Sunnbingurin. Símun Hammer smíðaði gamla Sunnbingin í 1957 og Niclas í Koltri nýggja Sunnbingin seinast í 1960-árunum. Tað serstaka við gamla Sunnbinginum er, at báturin er einasti varðveitti bátur av nógvum, sum Símun Hammer úr Vági smíðaði. Á mentanardøgunum í mai mánað verður nógv á skránni, millum annað bátafagnaður og stuttleikaróður, og grindabátar úr Vági rógva av Vágseiði til Sunnbiar saman við Naddoddi og M/S Thorshavn.

Søgan er rík í Sumba, hvat kappróður viðvíkur. Í stuttleikaróðrinum fáa fólk høvi at síggja millum annað Suðring, gamla Sunnbingin og Ormin Langa, sum er gamli Vágbingur. Eg havi samskift eitt sindur við Georg eystan Á, og hann hevur funnið saman við øðrum fram gamlar róðrarmyndir og útvarpsfrásøgn, tá ið Sunnbingur vann á ólavsøku í 1958. “Gamli” Sunnbingur róði fyrstu ferð í 1957.
Tankarnir leita nú oman á Bursatanga seinast í 1950-árini og fyrst í 1960-árini, tá ið fólk á ólavsøku leitaðu sær oman á Eystaru bryggju at hyggja at kappróðrarbátum, sum stóðu til framsýningar alla ólavsøkuna. Sunnbingurin var altíð nakað serligt hjá okkum unglingum, tí vit høvdu altíð hoyrt, at Sunnbingar vóru sterkastu menn í Føroyum.

Nú veit eg ikki, hvør hevur sagt hesi orðini, men longu sum smádrongur hoyrdi eg, at sunnbingur skal hava sagt hesi orð fyri ein ólavsøkuróður: “Vinna okur ikki á ólavsøku, eta okur bátin”. Eg haldi, at vit ungu trúðu hesum. Tá í tíðini róðu kappróðrarbátarnir á ólavsøku altíð av Bursatanga, síðani fram við áskoðarunum í Vágsbotni, yvir ímóti skipasmiðjuni og fram við Vesturu bryggju og út á málið undir Argjalandi. Jú, eg minnist hesar bulmiklu og sterku sunnbingar umborð á Sunnbinginum. Eg minnist serliga Tummas Nielsen, sum spældi við Faroe Boys og Dánjal Jákup Thomsen, sum spældi fótbólt við HB.

Òmetaliga áhugavert og stuttligt, at eldsálir úr Sumba hava varðveitt gamla Sunnbingin frá 1957. Tá ið eg byrjaði at skriva um kappróður fyrst í 1980-árunum, róði eisini 5-mannafarið Broddur úr Sumba. Umstøðurnar at venja kappróður er ikki av teimum bestu á Pollinum í Sumba, og mær er sagt, at tá ið veðrið ikki var til vildar, fóru teir við bátinum til Lopra at venja.

Bátasmiðurin Símun Hammer smíðaði eisini 10-mannafarið Studentin, sum næmingar úr Læraraskúlanum og Studentaskúlan lótu smíðað. Í Ítróttatíðindum frá 1954 stendur at lesa, at næmingarnir spældu millum annað sjónleik til tess at savna inn pening til bátin, sum róði fyrstu ferð í 1955. Hvar Studenturin endaði sínar dagar, havi eg enn ikki fingið uppklárað, men eg arbeiði til tess at finna út av hesum.
Sunnbingar eru hittinorðaðir, og vit norðanfjørðs kenna teir mest frá føroyskum dansi, kappróðri og fótbólti. Tá ið Niclas í Koltri smíðaði sunnbingum nýggjan bát seinast í 1960-árunum, varð sagt í skemti, at báturin var alt ov lættur til heilar sunnbingar, men við tíðini komu fleiri hálvir sunnbingar við nýggja Sunnbinginum, sum ikki vigaðu so nógv sum heilu sunnbingarnir. Gott at fáa samband við onnur fólkasløg og fáa blóðið blandið, var í skemti tikið til.

Eg havi stóra virðing fyri suðuroyingum, at tey varðveita gamlar grindabátar og kappróðrarbátar, tí hetta er alt partur av Føroya søgu. Sagt verður, at Sunnbiar kommuna ætlar at byggja neyst í Lopra, so gomlu bátarnir kunnu standa trygd. At enda kann eg nevna, at Sunnbingur vann á ólavsøku í 1957, 1958, 1960, 1964 og 1965 og sjálvandi eisini aðrar róðrar um hetta mundið. Í 1964 eydnaðist Sunnbinginum at vinna FM-heitið. Myndirnar í greinini havi eg frá sunnbingum fingið loyvi at lagt aftrat tekstinum. Takk til Georg eystan Á, Dánjal Jákup Thomsen og Bjarna Vestergaard. (Vagnur)
