Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – býráðssalurin í Havn er 120 ára gamal

$
0
0
Býráðssalurin er 120 ára gamal. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Býráðssalurin er 120 ára gamal. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tey ungu í dag vita neyvan, at býráðssalurin í Havn upprunaliga var bygdur sum meiningheitshús. Í 1896 fóru fólk undir at byggja Meinigheitshúsið, har býráðið nú húsast. Húsið var bygt omanfyri býin ella rættari sagt bøgarðarnar. Árið eftir í 1897 stóð húsið liðugt. Áhugavert at síggja økið við Meiningheitshúsið, tí økið rundan um húsið er ikki at kenna aftur. Til stuttleika kann nevnast, at í 1901 búðu 1.656 fólk í Havn og 15.230 fólk í Føroyum. Tí er ikki so løgið, at vit á myndini eingi vanlig hús síggja. Býurin var tá frá Meinigheitshúsinum og oman á Reyn. Síggi í faldara, at Meinigheitshúsið kostaði 4.123, 58 krónur at byggja. Miðskeiðis í 1970 árunum var SMS bygt, og tá slóðaðu Sofus Sivertsen og onnur um at byggja nýtt vakurt Meinigheitshús við SMS. Hví byggja meiningheitshús, tá Havnar kirkja var har á leiðini? Fólk hildu, at ikki var nógmikið einast at koma í Guðs hús hvønn sunnudag. Vit ungu komu á barnamøti í Meinigheitshúsinum. Áhugavert og mangir tankar, tá eg síggi hesa myndina. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>