Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tey hava varðveitt vakra og søguliga brandbilin frá 1948

$
0
0
Vakur og væl varðveittur brandbilur frá 1948. (Mynd Vagnur)
Vakur og væl varðveittur brandbilur frá 1948. (Mynd Vagnur)

Á menturnarnáttini í 2014 var stórur áhuga hjá serliga børnum at síggja allar brandbilarnar á Bursatanga. Og serliga ein Bedford brandbilur hevði mín áhuga, tí hetta er fyrsti brandbilur, sum kom til Føroya í 1948, og sum tey á Brandstøðini hava varðveitt. Bilurin er sum nýggjur og væl hildin. Brandbilurin er eitt “K-modell”, sum sá dagsins ljós í 1931 í Onglandi. Amerikanska fyritøkan General Motor keypti 1925 ensku fyritøkuna Vauxhall til tess at koma á enska marknaðin.

Bedford bilarnir vóru frá fyrsta degi í 1931 væl dámdur bilur, og teir gingu sum heitt breyð til byrjan av seinna heimsbardaga í 1939, tá framleiðslan steðgaði, tí Churchill kravdi, at verksmiðjan heldur skuldu framleiða serlig hernaðarakfør. Eftir krígslok 1945 byrjaði framleiðslan aftur av Bedford lastbilum av sniðunum Bedford K, M og O.

Bedford brandbilurin við gomlu brandstøðini í Tróndargøtu/Varðagøtu. (Mynd Tórshavnar sløkkilið)
Bedford brandbilurin við gomlu brandstøðini í Tróndargøtu/Varðagøtu. (Mynd Tórshavnar sløkkilið)

Tá ið eg í 1967 byrjaðu at læara til bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen, sum umboðaði Bedford lastbilar, arbeiddu vit upp á snútaleysar lastbilar. Framleiðslan av Bedford lastbilum, sum vit síggja á myndunum, steðgaði í 1950. Ì bókini Havnin-fólk og yrki skrivar Birgar, at brandbilurin frá 1948 varð keyptur úr Onglandi.

Tá bilurin kom til Føroya, fóru Jákup Midjord, Thorstein Mortensen, Martin Mortensen og Andre Andresen at rigga bilin til brandbil. Tá bilurin var liðugur, hevði hann tvær pumpur og 500 metrar av slangu, sum settar vórðu til brandpostar. Pláss var fyri tíggju brandmonnum í lastini, fimm í hvørjari síðu. Eisini vóru knakar, har brandbúnarnir hingu, fimm í hvørjari síðu. Bilurin hevði 20 metrar langan skjótistiga.

Líkbilurin frá 1949 var eisini ein Bedford "K-modell". (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Líkbilurin frá 1949 var eisini ein Bedford “K-modell”. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Eg minnist væl brandbilin, sum hevði serliga sirenu, sum hoyrdist um alla Havnina. Var eldur í onkrastaðni, ljóðaði brandlúðurin, og børnini runnu mangan avstað at síggja eldsbrunan. Tá var Havnin ikki so stór, og nógv ár er liðin, síðani tey steðgaðu at brúka brandlúðurin til tess at boða brandmonnum frá eldi. Fartelefonin og serlig boðskipan til brandmenninar hevur loyst av brandlúðurin. Minnist, at brandmenninir søgdu, at Bedford K brandbilurin hevði ov lítlan motor til brøttu brekkurnar í Havn.

Eisini minnist eg væl líkbilin, sum eisini var ein Bedford “K-modell”, og sum kom til Føroya í 1949. Í 1941 heitti Jacob Dahl próstur á havnarfólk at savna pening til at keypa líkbil. Um tað mundið koyrdu tey kisturnar við vanligum lastbilum ella hestavognum. Nøkur ár gingu, men tá kríggið var av, kom fyrsti líkbilurin. Hetta var í 1949, og myndin av líkbilinum er tikin í 1957. Líkbilurin fer av Sanatoriinum í Hoydølum. Um hetta mundið fekk Tórshavnar kommuna eisini ein lastbil av hesum slagnum.

Eg ringdi til brandmannin Kristján Eiriksson, sum er ein av teimum, sum hevur slóðað fyri at umvælt og varðveitt gamla brandbilin frá 1948, og hann sigur soleiðis: – Brandbilurin var upprunaliga ætlaður til afrikanska og australska marknaðin, tí hevur bilurin 6 volt el-skipan. Motorurin er ein seks sylindraður fýra litur bensinmotorur í hestakreftum 65 hestar. Bilurin er lágt gearaður, og tí fæst ikki so nógv ferð á bilin, men á ringu grúsvegunum í Havn, kundi bilar jú ikki koyra so skjótt. Bilurin trekkir tó væl.

Her síggja vit nógvu børnini, sum vil sleppa at sita í brandbilinum. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit nógvu børnini, sum vildu sleppa at sita í brandbilinum. (Mynd Vagnur)

– Eitt er at varðveita bilin, annað er á útvega eykalutir, tí allur bilurin skuldi umvælast. Vit funnu mann í Onglandi, sum hevði keypt alla eykalutagoymsluna av hesum “modellinum”, og frá honum hava vit fingið eykalutir. Maðurin hevði serligan áhuga í bussum av hesum sniðnum, men motorurin er hin sami. Millum annað fingu vit ikki motorin at ganga nógv væl, motorurin hostaði ov illa. Vit sendu karburatorin og tendringina til Onglands, og aftur fingu vit annan umvældan karburator og tendring, og tá gekk motorurin sum klokkan.

– Tú sært, hvussu vakurt bilhúsið er. Her fingu vit tvær lærlingar frá Reyni Service at slípa, pussu og proyta húsið. Ungu menninir framdu valaverk, og allur flatur er slættar, og húsið væl spoytað. Okkurt broyttu vit frá uppruna bilinum, tí húsið var upprunaliga “militærgrønt” bæði uttan og innan, sum nú varð sproyta reytt. Vit síggja á gomlum myndum, at teir hava málað húsið reytt uttan við pensli, men framvegis var húsið grønt innan. Eg haldi, at tað hevur týdning, at børn og barnsligar sálir sleppa at seta seg í brandbilarnar sum á Bursatanga henda dagin, tí brandbilur er altíð serligur hjá børnum og barnsligu sálunum, sigur Kristján at enda. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>