Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Sjey ímóti seks reglan fer at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið

$
0
0
Thomas Kristensen stóð fyri frálíka prátinum um sjey ímóti seks regluni.
Thomas Kristensen stóð fyri frálíka prátinum um sjey ímóti seks regluna.

Herfyri sá eg áhugaverda sending á TV-sport, har gestirnir vóru venjararnir Erik Veje Rasmussen frá Århus håndbold, Nicolaj Jacabsen frá týska felagnum Reine Necker Løwen og Niels Agesen, sum venur besta kvinnuliðið hjá Nykøbing Falster. Sjey ímóti seks reglan kom í gildi næstaseinasta kappingarár, men 1. juli í ár broytti altjóða hondbóltssambandið regluna soleiðis viðvíkjandi sjey ímóti seks spælinum, at nú skuldi innskifti spælarin fyri málverjan ikki vera í serligari troyggju. Bæði venjarar, spælarar og áskoðarar kring allan hondbóltsheim eru hart ímóti nýggja sjey ímóti seks spælinum, tí tað kemur at oyðileggja kreativa hondbóltsspælið, og spælið gerst við tíðini eitt stillstandandi spæl við ongum spælihugflogið. Og teir tríggir venjararnir siga víðari:

Sendingin byrjar við at vísa á, tá Danmark í finaluni í OL-kappingini í Brasilia tók Frakland á bóli við góðum vinningi, tá Danmark byrjaði álopið við sjey álopsspælarum ímóti seks fronskum verjuspælarum. Fronsku spælararnir sluppu ikki fram á vøllin at verja, tí nú vóru tveir danskir linjuspælara og hinir fimm álopsspælararnir at halda eyguni við. Erik Veje Rasmussen sigur í sendingini, at tók Danmark ikki hetta stigið fyrst í dystinum, so høvdu teir uttan iva ikki fingið hesa byrjan og harvið vunnið finaluna. Annars var henda sjey ímóti seks reglan ikki nógv brúkt í olympisku dystunum, sigur Erki Veje.

Erik Veje Rasmussen er altíð góður fyri frálíkar viðmerkingar
Erik Veje Rasmussen er altíð góður fyri frálíkar viðmerkingar

Í sendingini tosar værturin Thomas Kristensen eisini við venjaran Ole Nørgaard venjaran hjá Skjern Håndbólt. Hann sigur, at sjey ímóti seks reglan ger, at vit fáa ikki hetta flótandi hondbóltsspælið, sum spælarar vilja spæla og áskoðarar vilja síggja. Vit fáa eitt stillstandandi spæl við ongum yvirgangsspæli frá vengrunum, linjuspælararnir standa meira stillir og renna ikki í holuni, bagspælararnar kom eisini at standa ov stillir og einans renna í holini í verjuni, ja, eitt hondbóltsspæl, har spælarar flyta seg lítið og einki. Eitt innandura strand hondbóltsspæl, sum Ole málber seg.

Nicolaj Jacobsen dámar heldur ikki nógv um nýggja regluna, men sigur tó, at tá nú reglan er har, so mugu vit fyrihalda okkum til nýggja spælið, sjálvt um eingin vil kennast við nýggju regluna. Nakað av mann til mann spælinum fer burtur, og vit fáa at síggja nýtt verjuspæl, har spælarar flyta seg minni fram á vøllin men heldur meira  til síðurnar, tí nú skulu teir fyrihalda seg til sjey álopsspælarar.

Niels Agesen heldur, at vit hava ikki enn sæð toppin av ísfjallinum, tí sjey ímóti seks reglan er so nýggj. Nú fara venjarar at “spekulera” í nýggju regluni, og liðini fara at venja nýggjar spælaskipanir til tess at fáa meira burturúr nýggju regluni, sigur Niels Agesen. Tað verða tær teknisku villurnar í spælinum, sum gera av, hvussu úrtøkan gerst hjá liðunum í sjey ímóti seks spælinum. Reglan riggar í løtuni betur hjá monnunum, tí teir gera nógv færri tekniskar villur enn kvinnuligu spælararnir.

Erik Veje sigur eisini, at liðini ikki longur missa so nógv, tá spælari fær tveir minuttir útvísing. Liðið tekur bara málverjan út og setir inn ein útispælara, so spæla tey framhaldandi seks ímóti seks. Tað kostar ikki so nógv longur at fáa útvísingar, og tí gerst spælið harðari, og vit fara at síggja fleiri ógvusligar taklingar. Erik Veje sigur víðari, at nýggja reglan er ein háðan ímóti gamla góða hondbóltsspælinum, tí hvat er endamálið at skjóta ein bólt í tómt mál við ongum málverja. Áskoðararnir “hata” júst hetta í nýggju seks ímóti sjey spælinum, sigur Erik Veje.

Teir tríggir venjararnir vóna allir, at nýggja reglan verður avtikin ongantíð ov skjótt, og at vit fara aftur til upprunaliga góða kreativa hondbóltsspælið. Og tað kunnu vit onnur geva teimum rætt í. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>