
Nakrar myndir við Áir eru komnar undan kavi í myndabók í familjuni. Myndirnar, sum er rokni við eru frá miðskeiðis í 1970-árunum, eru av nøkrum av seinastu stórhvalunum, sum drignir eru upp á land við Áir. Eg havi hvalabátin Hvítaklett og bilarnar at meta meg eftir. Søgan um stórhvalaveiðuna kring Føroyar er rúgvusmikil, og Helgi Jacobsen hevur skrivað bók Eg havi leitað eitt sindur eftir tilfari hjá Søvn landsins til tess at leggja nakað av teksti aftrat myndunum. Hin fyrsta av sjey hvalastøðum í Føroyum var bygd í 1894 á Gjánoyri norðan fyri Streymin, og tann seinasta bygd í 1905 við Áir. Tað vóru norðmenn, sum slóðaðu fyri stórhvalaveiðu kring Føroyar. Stórhvalavirksemið við Áir endaði med alla í 1984.

Stórhvalaveiðan kring Føroyar var upprunaliga norsk. Vinnuliga norska hvalaveiðan í heimshøgum byrjaði fyrst í Norðurnoregi, men tá hvalurin minkaði har, breiddu norðmenn seg um allan knøttin. Teir bygdu heilar 214 hvalastøðir og so langt burturin sum í Amerika, Japan, Afrika og Suðurhøvum. Siðst í 19. øld fór hvalastovnurin við strendurnar í Norðurnoregi og í Finnmørkini av álvara at minka, og tað førdi til, norskar hvalaveiðufyritøkur fóru at leita eftir nýggju veiðiøkjum. Eyguni vóru fyrst vend ímóti Íslandi, har umstøðurnar vóru góðar.

Norðmenn funnu út av, at hvalastovnarnir, sum gingu í havinum kring Ísland eisini vóru í havinum kring Føroyar. Tí var mett, at lønandi hvalaveiða eisini kundi vera í Føroyum. Tað var hvalafangarin Albert Gørn úr Sandfjord, sum bygdi fyrstu hvalastøðina á Gjánoyri í 1894. Hvalabáturin hjá Alberti æt Urd. Tað stendur at lesa, at norsku hvalabátarnir fingu loyvi at sigla undir norskum flaggi, og Albert var fyrsta árið frítikin fyri avgjøld.

Hvalastøðin við Áir slóðaði norðmaðurin Christian Saluensen fyri. Christian hevði hvalavirksemi í Skotlandi og hevði góðar vónir at fáa lønandi vinnu við Áir. Hvalastøðin við Áir var fyrst virkin frá 1905 til 1958, So var steðgur í nøkur ár, men hvalastøðin var latin uppaftur í nøkur ár í 1960-árunum. Síðani var aftur steðgur av og á, og hvalastøðin við Áir var afturlatin med alla í 1994. Tvøstið frá stórhvalunum var selt til matna, meðan spikið var smeltað til lýsi.

Løgið at hugsa sær, heilir 4.454 stórhvalir eru komnir inn við Áir i árunum frá 1906 – 1984: 3.155 nebbafiskar, 524 avgustar, 509 seiðhvalir. 124 sildrekar, 62 royðrar, 30 kúlubøkur og 410 hvalir, sum ikki eru greinaðir. Hvalastøðin má sigast at hava ligið í órøkt í nógv ár, men nú hava Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið hjá Søvnum Landsins arbeitt á støðini við Áir. Tey hava ruddað, savnað amborð á støðini at varðveita framyvir. Hvalastøðin við Áir skal gerast eitt savn, siggi eg i grein frá 2010.

Nógvar góðar eldri myndir eru at síggja nógvastaðni at serligu hvalabátunum. Til eina hvalastøð krevst serkøn arbeiðsmegi sum flensarar, spælmenn og smiðir og sjálvandi hvalabátar við manning. Á eini myndini omanfyri sæst báturin Hvítiklettur, sum skeyt seinastu stórhvalirnar við Føroyar. Síggi, at bara tríggjar hvalaveiðustøðir av teimum 214 støðum, sum norðmenn lótu byggja, er varðveittar. Ein í Albany í Australia, ein í South Geogia í Suðurhøvum og støðin við Áir.
Tá stórhvalaveiðan var endað í Føroyum, gjørdi hvalabáturin Hvítaklettur í fleiri ár royndir fyri Fiskirannróknarstovuna. Síggi, at báturin hevði loyvi at skjóta tíggjunda hvønn hval, teir sóu. Í 1979 skutu teir ellivu finnhvalir, og seinasta árið vóru bara triggir hvalir skotnir. Seinasti stórhvalurin var skotin í 1986, men tað stendur at lesa einastaðni, at virksemið við Áir steðgaði í 1984. Niðanfyri síggja vit tríggjar eldri myndir frá hvalaveiðuni kring Føroyar.
Tær sjey hvalastøðirnar í Føroyum: Støðin á Gjánoyri bygd í 1894 og gavst i 1925. Støðin í Norðdepli bygd í 1898 og gavst í 1920, Støðin í Funningsfirði bygd í 1901 og gavst 1925, Støðin í Lopra bygd í 1901 og gavst í 1953. Støðin í Selvíkum bygd í 1902 og gavst í 1912, Støðin á Signabø bygd í 1902 og gavst í 1912 og støðin við Áir bygd i 1905 og gavst í 1984. (Vagnur)


