
Leygardagin var eg inni á gólvinum hjá bátasmiðinum Terja Reinert Jacobsen á Kjalnesi. Hann hevði júst strekt kjølin til nýtt 5-mannafar til Havnar róðrarfelag. Tá vit høvdu prátað eina løtu um leyst og fast, vísti hann mær eitt skrín við serligum amboði, sum hann ikki visti, hvat tað einaferð var brúkt til. Hann hevði fingið amboðið frá soni Hartvig Hansen snikkara, sum hevði snikkaravirkið í Vørðsluni, har Einars prent einaferð eisini helt til. Eg gjørdist forvitin, tí eg minnist væl snikkaravirkið í Vørðsluni, og eg kenni familjuna hjá Hartvig Hansen, men hvør var Hartvig?

Hartvig Alexander Hansen var føddur í Keypmannahavn í 1902 og læt í 1931 upp snikkaravirki í Vørðsluni. Hartvig var giftur Sáru Hansen, sum vit kenna í fleiri samanhangum. Millum annað var hon úrmælingur á hondbóltsvøllinum og hevði spælt í bestu deildini í Danmark. Hartvig og Sára fingu børnini Elnu, Ragnu, Marnu og Skylv. Og tað var Skylv, sum gav bátasmiðinum skrínið við amboðunum, sum hvørgin teirra visti, hvat snikkaravirkið brúktu amboðini til.
Snikkaravirkið í Vørðsluni framleiddi dygdarvørður, og í stovuni hjá okkum stendur vakurt “chatol”, sum snikkaravirkið gjørdi. Eisini hava vit bókahillar frá snikkaravirkinum. Hetta er alt dygdarhandverk, sum heldur í allar ævir. Í 1970 -árunum fóru handilsfólk at flyta inn lættar norskar og danskar bíligar møblar, sum bleiv móti tá, og føroysku snikkaravirkini megnaðu ikki at kappast við nýggja mótan og bíligu vørurnar. Millum annað blivu nógvir tungir góðir lenistólar koyrdir út á brennistøðina í Havnardali at brenna. Møblar, sum nú er hægsti móti.
Hartvig bleiv ikki gamal maður, tí hann andaðist í 1963. Konan Sára tók tá við leiðsluna í virkinum, sum helt fram til 1973, tá tað læt aftur. So aftur til amboðið omanfyri. Tað kundi verið áhugavert, um ongur kennist við hetta amboð, sum uttan iva er eitt “specialamboð” í sambandi við framleiðsluna av dygdarmøblunum í Vørðsluni. (Vagnur)
