
Í 1986 spældi kendi danski framherjin Preben Elkjær í ítalska felagnum Verona. Preben var um hetta mundið umhildin landsliðsspælari í Danmark, var kendur í Italia, men so sanniliga eisini kendur í Føroyum. Og hetta var dyggiliga sligið fast, tá ið tað eydnaðist Havnar Bóltfelag at fáa kenda framherjan til Føroya á sumri 1986. 4000 áskoðarar vóru komnir í Gundadal til tess at síggja og heilsa uppá Preben Elkjær.
Ætlan var, at tríggir aðrir danskir landsliðsspælarar skuldu fylgja Preben til Føroya, men hetta varð av ongum. Í staðin eydnaðist HB at fáa fatur á tveimum portugisiskum landsliðsspælarum, sum skuldu spæla við HB ímóti einum føroyskum úrvalsliði. Hesir vóru Frederico Rosa, sum tá hevði spælt tjúgu landsdystir fyri Portugál, og Skev, sum hevði spælt 45 landsdystir, og sum varð kosin besti spælarin í Benfica í landskappingini 1985/1986.
Ongin av teimum trimum spældu tó upp til sítt besta á grasvøllinum í Gundadali, men kortini varð dysturin undirhaldandi, og tað, sum fólk vóru komin at síggja, sóu tey: Preben Elkjær skjóta mál. Hetta var miðskeiðis í øðrum hálvleiki, og HB við teimum trimum útlendingunum vunnu dystin 1-0. Málskjúttin Preben Elkjær.
Eftir dystin segði Preben Elkjær skemtandi, at hann helt hann var boðin at vera við í einum framsýningardysti. At hetta ikki var so, fekk hann bæði at síggja og kenna tíðliga í dystinum.
Torført var hjá Preben Elkjær at sleppa niðan á vøllin, tí ungdómar tustu um hann. Preben er framvegis kendur persónur í Danmark. Hann er viðverkjari til altjóða fótbóltsdystir, og hann hevur júst givið út bók um lívið sum yrkisfótbóltsspælari.
Fólk flokkast altíð um Preben, tí hann er so “sjarmerandi” og altíð blíður og fyrikomandi. Niðanfyri síggjast myndir frá 1986, tá ið Preben Elkjær í HB búna var í Gundadali. Tilfarið er tikið úr ítróttaárbókini “Ítróttur 1986”, sum Leivur Hansen og undirritaðu góvu út. Leivur og eg góvu út ítróttaárbók í 1985 og 1986. (Vagnur)
