
Skúladepilin við Marknagil er ein vakur bygningur at sjá, nú stóru kranarnir eru farnir av økinum, og økið um skúlan verður slættað. Skúlin er um at vera innilokaður. Koyrir tú niðan á Oyggjarvegin og hyggur út í Marknagil, so fyllir skúladepilin nógv í landslagnum. Handilsskúlin og fyribilsbarakkirnar við Velbastaðvegin, sum handverkslærlingarnir halda til, eru sum skúrar afturímóti stóra bygninginum. Eg koyri nógv har á leiðini, og ein dagin, eg kom oman Landavegin, skein vesturskinið á skúlan, og alt glasið glitraði sum ein gullkúla. Vøkur sjón. Tá kom eg at hugsað, hvussu verður innandura hjá næmingunum, tá sólin stendur á stóru glasflaturnar. 1300 næmingar skulu húsast í skúlanum, sum er 19.500 fermetrar til støddar. Upprunaliga skuldi skúlin kosta 515 milliónir krónur, men nú nýggj ætlan skal gerast, og aðrir byggifyritøkur skulu taka um endan, so gerist eg ikki bilsin, um endaliga talið fer at nærkast 700 milliónir. Næmingarnir skuldu sleppa í skúlan við skúlaársbyrjan í 2016, sum nú er útsett til august mánað 2017. Arbeiðast skal skjótt, um tíðarætlanin skal halda, tí einki er enn gjørt innan. Guð viti, hvussu tey ætla at skipa ferðsluna har á leiðini, tá tveir so stórir skúlar skulu húsast á økinum. (Vagnur)