
Í morgun hitti eg formannin á landingarmiðstøðini á Vestaru bryggju í Havn. Fyrikomandi maður av Argjum, sum er prátingarsamur maður og altíð í góðum lag. Tá eg spurdi hann, hvussu gekst at fáa fólk at landa bátarnar, so yppaði hann øksl og segði, at tað gekk stak illa. Tað koma fólk send frá Als oman á bryggjuna at arbeiða, men tey gevast skjótt. Tey tíma ella orka ikki at arbeiða. Nú eru vit komin hartil, at vit mugu senda boð eftir nøkrum rumenum, skulu vit fáa bátarnar landaðar. Kemur fyri, at stjórin og arbeiðsformaðurin mugu sjálvir í í lastina, skal fiskurin koma í land, sigur arbeiðsformaðurin. Tankarnir hjá mær reikaðu aftur í 1980-árini, tá eg var í farloyvi og arbeiddi eitt ár á Bacalao. Arbeiddi á frystigoymsluni, har vit millum annað avskipaðu vøru hvønn fríggjamorgun. Tá var sama skili sum nú, tí á parkeringsøkinum vestanfyri Bacalao stóðu tá nógvir húsvognar. Har búðu nógvir polakkar og aðrir útlendingar, sum arbeiddu á flakavirkinum og landaðu bátarnar. Tíðin í Føroyum í 2016 líkist nógv tíðini seinast í 1980-árunum. (Vagnur)