
Myndin omanfyri hongur í eini stovuni hjá okkum, og eg minnist júst hesa tíðina á Kongabrúnni. Nógv er broytt, síðani myndin var tikin seinast í 1960-árunum. Hotel Føroyar er har, og tað sama málingahandilin hjá Poul í Geil. Grøni bygningur hjá C.C. Johansen, sum nú er burtur, er har. Vinstrumegin síggjast húsini hjá frú Müller og Sjóvinnubankin kemur undan. Grøni handilin hjá C.C.Johansen, har íslendski sendiharrin nú heldur til, Hotel Djurhuus og klædnahandilin hjá Essaba, har Cafe Natúr heldur til, standa har enn. Bilarnir siga mær, at myndin er tikin í einaferð í 1960-árunum. Guli lastbilurin hjá Valdemar Lützen vinstrumegin er eitt TK model, sum sá dagsins ljós í 1960. Vilhelm Nielsen, har eg lærdi til bilsmið, seldi hesar bilar, og er kenni mest sum hvønn lut í hesum bilum. Hatta VW rugbreyðið, sum vit síggja við áarósan koyrdi eisini í Havnargøtum í 1960-árunum. Bátarnir siga eisini frá eini tið, tá glastrevjabátarnir ikki vóru komnir til Føroya. Tryggingarfelagið Føroyar bygdi við árunum út bæði norðureftir og suðureftir, men nú frættist, at samtakið skal flyta av Kongabrúnnu og byggja stóran nýggjan bygning aðrastaðni í Havn. Soleiðis broytist alt. (Vagnur)