Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Losjan og stóri steinurin vóru einaferð býarmyndir í Havn

$
0
0
Einferð var Losjan og steinur býarmynd í Havn . (Mynd bókin Losjan støt viljen 100 ár)
Uttan iva hava tey ikki torað at sprongt stóra steinin, tí kanska var hann íbygdur. Ella hevur kostað ov nógv at fingið steinin burtur. (Mynd: Bókin Losjan støt viljen 100 ár)

Løgið at hugsa sær, at í mínum ungdómsdøgum vóru tjúgu losjur í Føroyum. Tildømis losja í Tjørnuvík, Haldarsvík og á Eiði. Nógv virksemi var í Losjuni í Havn, og so mikið nógv, at tey í 1956 stovnaðu Ungmannafelagið Kyndil. Limir í Losjuni vóru eisini millum bestu borðtennisspælarar í landinum, og fara vit longur aftur, spældu losjulimir eisini fótbólt í sambandi við ymisk tiltøk. Í 1960-árunum gingu vit í dansi í Losjuni, har altíð nógv ungfólk komu í dans. Tá eg hyggi í frálíku bókina Losjan støtt viljen 100 ár, síggi eg, at abbi mín Hans Jacob Michelsen í 1928 var formaður í nevndini, sum skuldu savna inn pening til umbygging av Losjuni.

Hyggi vit at gomlum myndum niðan Tinghúsvegin, so eru øll húsini mest sum eins. Losjan hevði yvirtikið húsini frá Laurits Henriksen, men nú var losjusalurin vorðin ov lítil til nógvu limirnar, tí var nevnd í januar 1928 sett saman at pening til eina umbygging av salinum. Abbi og omma mína Hans Jacob og Amanda Michelsen vóru virkin í Losjuni, og tað var restin í familjuni eisini. Nevndin skipaði fyri stórum basari, og tá ið gjørt var upp í juni mánað, vísti tað seg, at hesin basarurin hevði givið heilar 3.435 krónur og 30 oyru, sum var heilt nógvur peningur tá.

Hesin ljóti betongkassin skuldi ongantíð verið bygdur.
Hesin ljóti betongkassin skuldi ongantíð verið bygdur í 1960-árunum. Heldur skuldi annar vakur bygningur verið bygdur afturat Losjubygninginum. (Mynd: Bókin støt viljen 100 ár)

Sum vit síggja á forsíðumyndini, vóru húsini viðkað suðureftir, og soleiðis minnist eg sum ungur Losjuni. Pápi mín var eisini losjulimur, og tí komu vit av og á í Losjuna millum annað til jólahald. Áhugavert at síggja á myndina stóra steinin, sum er varðveittur. Uttan iva hava tey ikki tora at sprongd ella brotið steinin, tí hann kanska var íbygdur. Losjan og stóri steinurin var býarmynd í Havn.

Fyrst í 1960-árunum vóru stórar ætlanir frammi um at byggja stóran losjubygning, tí nógva virksemið um hetta mundið hevði ongantíð verið størri enn tað sama. 17. apríl 1967 kundi havnarfólk við egnum eygum síggja, at nú vóru byggiætlanirnar hjá Losjuni endilga vorðnar veruleiki. Henda dagin fóru arbeiðsmenn hjá Peturi Michelsen undir at taka niður 80 ára gomlu húsini , sum losjan hevði hildið til øll árini.

Vit taka ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at havnarfólk vóru ikki fegin um nýggja betongbygningin, sum var bygdur aftrat Losjuni. Hesin betongkassin hóskaði seg slett ikki inn í heildarmyndina við Tinghúsvegin, og tað ger bygningurin heldur ikki í 2016. Virksemið í Losjuni er somikið lítið nú, at hesin bygningur átti at verið tikin niður ongantíð ov skjótt. Óskiljandi, at Losjan ikki heldur bygdi vakran bygning, sum hóskaði seg til umhvørvið har á staðnum.

Bókin Losjan støt viljen 100 ár, sum Erling Ishom skrivaði, er áhugaverd bók. Hon snýr seg ikki bara um virksemið í Losjuni í 100 ár, men eisini um rúsdrekka í okkara samfelag alla seinastu øld. (Vagnur)

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>