
Myndin omanfyri er áhugaverd, tí her síggja vit, at Havnin fyri 1923 var brimpláss. Farið var undir at byggja Molan í 1923. Annað byggiistigið at leingja Molan fór fram í tíðarskeiðinum 1945-55 og triðja byggistigið í tíðarskeiðinum 1955-1975. Eftir 1975 kundu skip liggja trygt á Havnini. Men soleiðis var ikki á myndini omanfyri. Spurningurin er so, nær myndin er tikin? Vit hava nakrar bygningar at meta okkum eftir. Mynd av Havnini í 2016 sæst niðanfyri.
Til tess at finna út av, nær myndin er tikin, mugu vit fyrst nevna árið 1923, tí tá fóru tey undir fyrsta byggistig at byggja Molan. Á myndini er arbeiðið ikki byrjað. Nærmast vinstrumegin síggja vit undir Varða ein av trimum vatnbrunnin í Havn, sum var bygdur í 1912. Hesin brunnur tók 300 rúmmetrar. Á myndini síggja vit Realskúlan, sum var tikin í nýtslu í 1916. Tað vil siga, at nú er myndin í hvørfall tikin millum 1916 og 1923.

Ikki kunnu vit brúka myndina av Føroya Banka, sum vit síggja, ti Føroya banki læt fyrstu ferð upp í 1906. Vestanfyri við skipasmiðjuna síggja vit Konslarapakkhúsið, men vit síggja ikki “Dronning Ingrids hospital), sum tað var rópt. Sjúkrahúsið var tikið í nýtslu í 1924. Annars er áhugavert at síggja eitt so stórt myrkt hús upp í haganum. Kennir onkur húsið?
Áhugavert eisini síggja allar sluppirnar liggja fyri teym á vágni, tí tær hava onga bryggja at legga at. Ikki løgið, at brimið fekk møguleikar at koma upp á land í Vágsbotni og halda leiðina heilt niðan til Meiaaríið. Tá boðað var frá ódnarveðri, fóru skipini inn á Skálafjørðin ella aðrastaðni at króka. Eisini er áhugavert at síggja, hvussu Havnin fyri hundrað árum síðani breiðir seg í ymsar ættir. Vegir vóru serliga gjørdir, so fólk sluppu til traðirnar, og síðani komu húsini so við og við.
Komi júst í tankar um, at tá fyrstu ferð og fleiri fylgjandi ár var róð kapp í Havn, var á róð á Eystaruvág. Teir skipakønu kenna uttan iva stóra skipið, sum liggur fyri teym millum sluppirnar. Hetta skip kann kanska siga okkum, nær myndin er tikin. Àhugaverd mynd, má eg siga. Til stuttleika havi eg tikið mynd av Havnini í 2016. (Vagnur)
Myndin er serlig, tí