
Síggi, at fyrrverandi løgtingslimurin Janus Rein hevur áhugaverda viðmerking til grein um Saltsøluna. Janus sigur, at fólk fara skeiv, tá tey halda, at tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur brúkt fleiri enn hundrað milliónir krónur til tess at umvæla Saltsøluna. Tað hevur kommunan ikki, men at Tórshavnar havn ber kostnaðin, sigur Janus. Men er tað nú allur sannleikin?
Janus sigur, at peningur kann ikki flytast frá konto hjá Tórshavnar havn til Tórshavnar kommunuo og tess vanliga rakstur. Her er skott ímillum. Vit hava altíð hoyrt, at Tórshavnar havn eigur nógvan pening, og hesin peningur kemur frá vørugaldi, sum kemur um bryggjukantin, og fyri bryggjugjaldi frá skipum. Janus sigur víðari, at peningur hjá Tórhavnar havn kann ikki brúkast til grundstykki, eldrabúðstaðir og annað í kommununi. .
Eg haldi, at Janus fer ógvuliga lætt um sannleikan, tí ætlanin var einaferð at brúka Saltsøluna til hotel, og nú frættist, at Saltsølan kanska endar sum lestraríbúðir. Kundi hugsað mær spurt Janus, hvar markið er, hvat peningur hjá Tórshavnar Havn kann brúkast til. Eitt er nýggj havn, bátabrúgvar, umvældingar, lønir við meira, men tá Tórshavnar Havn kann brúka pening til hotell við sjóvarmálan og lestraríbúðir, sum talan hevur verið um og er um við Saltsøluni, so eru orðini hjá Janus lítið verd, má eg siga.
Limir í havnarnevndini sita jú í býráðnum, so tað eru somu fólkini, sum gera av, hvat peningur hjá Tórshavnar havn og kommuni annar kann brúkast til. Kann peningur hjá Tórshavnar havn brúkast til at byggja hotel ella lestraríbúðir við sjóvarmálan, so kann peningur hjá Tórhavnar havn eisini brúkast at keypa Hotel Føroyar, um tað var til sølu. Her er eingin munur
Kundi verið áhugavert hjá havnarborgarum sæð sáttmálan millum Tórshavnar havn og kommuna annars. Ja, er nakar sáttmáli? Fái meg ikki at trúgva, at skott er millum hesar pengakassar, tí Tórshavnar havn er so nógv og kann tulkast upp á nógvar mátar. Er tildømis parkeringsøkið á Skálatrøð partur av Tórshavnar havn, allur Vágsbótnur,øll Kongabrúgvin og alt økið við Farstøðina. Tú kanst tamba pengakassan hjá Tórshavnar havn í allar ættir, vildi eg mett, tí tað eru somu persónar, sum sita á báðum pengakassunum. Nevnliga býráðslimir, sum annars skulu góðtaka allar stórætlanir hjá Tórshavnar havn. (Vagnur)