Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Gjald skal leggja á bilførarar, sum koyra við píkadekkum

$
0
0
Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.
Fólk, sum koyra við píkum, skulu sjálvandi gjalda eitt píkagjald.

Herfyri hoyrdu vit í fjølmiðlunum, at Landsverk hevði ikki pening at viðlíkahalda vegirnar kring landið. Nógvastaðni eru vegirnir so illa farnir, at vandi er fyri trygdini. Til tess at fáa meira pening til viðlíkahald, var nevnt at hækka vegskattin. Eg haldi, at áðrenn alt hetta verður gjørt, skal kikarin allar fyrst vendast ímóti píkadekkunum, sum er stóri syndarin. Ì Havn síggja vit longu fyrsta dagin, loyvt er at koyra við píkum, hvussu skitnir bilarnir gerast. Hví? Tí píkarnir skava ovasta lagi av asfaltinum av vegunum, sum blandað við vatni fer allastaðni. Er turt í veðrinum, sæst asfaltstøvið í luftini, sum fólk anda í seg. Vegjaðararnir eru svartir av asfaltstøvi. Í Havn er í hvørfall ikki neyðugt at koyra við píkum. Og tá bussarnir ikki koyra við píkum, hví skulu so persónbilar gera tað. Eg havi ongantið nú í 48 ár koyrt við píkum, og eg koyri hvønn einasta dag í árinum bæði við abbabørnum niðan á Hamaran og út í Havnardal. Skilji ikki, at Tórshavnar kommuna einaferð med alla ikki slær nevan í borðið og sigur: Eingin píkur innanfyri bøgarðarnar í Havn. Tá er nógv vunnið bæði fyri spardar umvælingar av vegum og heilsuna hjá borgarunum. Tað minsta vit kunnu krevja kring landið er, at tey sum koyra við píkum, skulu gjalda eitt píkagjald, sum kann fara í pengakassan, sum skal umvæla slitnu vegirnar. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>