
Nú ein dagin kom eg fram á myndina omanfyri, sum sigur mær ómetaliga nógv, tí vit frá barnaárum komu so nógv oman til sjóvarmálan. Eg minnist væl, tá ið Saltsølan varð bygd í 1956, og minnist eisini, tá ið menn gjørdu høgar betongkistur at søkka á botnin, tá ið bryggjurnar vórðu gjørdar. Og so síggi eg fyri mær stjóran í Saltsøluni Hans Paula Johannesen, sum hoyrdist, hvar hann gekk á bryggjuni.

Tað vóru brøðurnir Hans Pauli, Kaj, Andrias, Napoleon, Svenning og Óli Johannesen, sum saman við Esmari Fuglø, sum stovnaður Føroya Saltsølu í 1956. Goymslubygningurin, sum nú skal umvælast til kontorvirksemi, tók 5000 tons av salti. Føroyingar brúktu 20.000 tons av salt um árið um hetta mundið. Eg síggi fyri mær stóru saltdampararnar liggja við bryggju, og stóri kranin á bryggjuni arbeiddi dag og nátt til tess at fáa saltið úr skipinum og fýra hæddir upp, har salt varð slept í goymsluna.
Í 1960 varð bygdur stórur bygningur upp í Saltsøluna vestureftir, og sama árið fór fyritøkan undir at gera sildatunnur. Vit ungu vitjaði mangan á tunnuvirkinum, har Schønning Eysturoy var arbeiðsformaður, og menn arbeiddu akkord arbeiði og forvunnu nógvan pening. Skipini fiskaðu sild norðanfyri, har sildin varð saltað í tunnur. Fiskiskipini høvdu stórar tunnuhjallar við tómum tunnum aftanfyri stýrihúsið, og so hvørt sum sildagørnini vórðu drigin, var sildin saltað í tunnurnar og loraðar niður í lastina. Hetta var áðrenn stóru nótabátarnir komu til landið. Og hvønn dag hoyrdist í útvarpinum, hvussu fiskiskapurin gekk norðanfyri. Var hálv ella heil tunna í garninum, var fiskiskapurin góður.
Á myndini síggja vit eisini ferðamannaskipini Tjaldri og Drotningina. Tjaldrið varð selt til Kili í 1967, har tað skuldi sigla við herfólki. Tjaldrið varð stikað í skipaskránni 30. januar í 1968. Alt er við tað gamla á vestaru bryggju, tá hugsað verður um bygningarnar, men virksemið er lítið og einki. Eingin saltsøla, sum er flutt inn á Toftir. Einki flakavirki og tunnuvirki. Eingin Fiskasentralur og mest sum eingir útróðrarbátar. Nøkur skip landa til Landingarmiðstøðini, men virksemi er ikki hvønn dag.

Nógvu minnini á vestarubryggju standa klár minninum. Tað var tann tíð, tá ið nógv lív var á vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu hjá ymsu fyritøkunum. Og sum unglingar lossaðu vit eisini tunnustavar úr skipum til tunnuvirkið, og vit forvinnu eisini fitt av peningini í summarfrítíðini, tá ið vit landaðu saltfiskabátar hjá Bacalao. Men tíðir broytast, og vit broytast eisini og gerast eldri. Alt hevur sína tíð her á fold. (Vagnur)