Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Einaferð búðu trý húski úti á Borðuni

$
0
0
Vakurt at sigla fram við Borðuni og Káplinum. (Mynd Monika)
Vakurt at sigla fram við Borðuni og Káplinum. Góð fiskileið suður/eystur úr Káplinum.  (Mynd Monika)

Ongantíð havi eg verið úti á Borðini, men fleiri ferðir siglt fram við, tá vit vóru á floti har suðuri. Suður/eystur úr Káplinum, sum vit plagdu at siga. Eg hevði ein pápabeiggja, sum ungur setti sær fyri at vitja allar bygdir í Føroyum eisini úti á Borðuni, og so var gjørt. Tá var vegasambandið ikki sum nú. Men sjálvur havi eg tildømis ikki verið úti í Dímun og á nógvum oyggjum norðanfyri. Hví, ja Guði viti hví? Myndina omanfyri tók ferðafólk, sum búði hjá okkum. Tey gera skjótt av og hyggja um ymisk tilboð frá Kunningarstovuni og so avstað. Løgið at hugsa sær, at einaferð búðu trý húskið á Borðuni. Skúlabørnini vóru tá tíggju í tali, og tey skiftust at ganga í skúla í Nólsoy og á Borðuni. Tá æt nakað ferðalærari. Síggi í teksti, at rithøvundurin William Heinensen kallar vitan á Borðuni fyri “Tårnet ved verdens ende”. Ógvuliga beinrakið. Húsini úti á Borðuni eru satt bygningsverk, tí húsini eru lagað upp við tilhøgdum steinum útvegaðir í nærumhvørvinum. Vitin á Borðuni var bygdur í 1893 og er ein av størstu vitum í kongaríkinum. Bara linsan á vitanum er 2,82 metrar høg og vigar fýra tons. Nú býr eingin á Borðuni, tí vitin verður stýrtur automatiskt. Men tó so, vitin skal eftirhyggjast, so fólk koma har javnan. Nógv ferðafólk vitja á Borðuni, har tey ganga teinin úr Nóloyar bygd og út á Borðuna. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>