
Tá eg fyrrapartin var í Àlakeri, stóð eg eina løtu og eygleiddi alt arbeiðið, sum fer fram eystan fyri Landssjúkrahúsið oman ímóti sjónum, og alt arbeiðið, sum fer fram uppi á Hamaranum og vestureftir. Eisini leitaðu tankarnir út í Marknagil til stóra miðnámsskúlan, har kommunan eisini skal byggja stóran fólkaskúla og musikkskúla á Fløtum. Taka vit eisini við útbyggingina av Tórshavnar havn og onnur stór og minni arbeiði í býnum, so er talan um fleiri milliardir krónur. Fara vit so niðan á Hvítanes, har gjørt verður klárt til nýggjan Eysturoyartunnil, so gerast upphæddirnar uppaftur størri. Tú kanst spyrja, hvør fíggjar øll hesi arbeiði, og eru tíðirnar so mikið góðar, at øll hesi arbeiði kunnu setast í verk og gjaldast. Løgið at hugsa sær, at aldi laksurin, uppisjóvarvinnan og skipini í Barentshavinum og onnur fiskiskip við kunnu fíggja alt virksemið upp á landi í Føroyum. Landshúsarhaldið líkist vanligum húsarhaldi bara tølini eru størri hjá landinum. Samsvar má vera millum inntøkur og útreiðslur, og útreiðslurnar mugu ikki í longri tíð vera størri enn inntøkurnar. Danskir fjølmiðlar rópa varskó, meðan vit í Føroyum halda væl til standa. Hvørjum skulu vit trúgva, tí í 1980 – árunum hildu fólk eisini standa væl til, men sannleikin var ein heilt annar. (Vagnur)