Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Gerast aftur sum spelknir unglingar, tá teir rógva vetrarrógving

$
0
0
Havnarbáturin Masers. Róðursmaðurin eitur Tórður Gunnarsson Højsted. Á lærbekki sita í bakborð
Havnarbáturin á Havnarvág leygardagin. Róðursmaðurin eitur Tórður Gunnarsson Højsted. Á lærbekki sita í bakborð Jens Kristian Dam og í stýriborð Ingi á Tórgarði. Á eystrúmsbekki sita Jógvan Jacobsen í stýriborð og Magni Brøðraberg í bakborð. Á rúmbekki sita Páll Olaf Jacobsen í stýriborð og Djóni í Geil Johansen í bakborð. Á bógbekki sita Skarpheðin Njálsson í stýriborð og Gunnar Gregoriussen í bakborð og á toftubekki í stýriborð sita Toni Dam í stýriborð og í bakborð Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Ikki er vanligt at síggja kappróðrarbátar á floti hesa ársins tíð. Tó so, tí í fleiri ár hava “eldri” kvinnur umborð á Jarnbardi róð alt árið, og hissini ferðir havi eg sæð Kongin bláa 10-mannafarið hjá Róðrarfelaganum á vágni. Hetta eru alt eldri rógvarar, sum elska at rógva, og sum er teirra máti at varðveita samanhaldið, halda seg í venjing og fáa fríska luft. Onnur vilja heldur renna, súkkla ella vitja ymisk venjingarhøli í býnum. Leygardagin var eg á “Ískaini”, og har kom hvítt 10-mannafar framvið. Onkur heldur kanska, at nú fyrireika menn seg longu til FM-róðrarnar næsta ár, men so er ikki. Umborð sótu “eldri” rógvarar, sum eg kenni, og nú gjørdist eg forvitin. Eg tók eina mynd og seinni ringdi eg til Gunnar Gregoriussen, sum er ein av manningini:

– Vit rógva vanliga hvønn sunnudag, og ætla eg gera hetta allan vetur. Leygardagin var serligur, tí vit ætlaðu at rógva til Nólsoyar, sum skuldi vera partur av einum lítlum jólaborðhaldi. Í Nólsoy skuldu vit eta ein betri bita á matstovuni hjá Terja Rasmussen og síðani hugna okkum. Bátin ætlaðu vit at lata standa í gamla flakavirkinum fyri síðani viku seinni at rógva bátin aftur til Havnar. Men streymur og veður vóru ikki til vildar, so vit vandu fyrst hart á vágni og í fjørðinum, og so fóru vit til Nólsoyar við ferjuni. Frálíkur túrur, sigur Gunnar.

Venjingarhølini hjá Havnar róðrarfelag er frálík. Nú er skiftingarrúmini eisini umvæld. (Mynd Vagnur)
Venjingarhølini hjá Havnar róðrarfelag eru frálík. Nú eru skiftingarrúmini eisini umvæld. (Mynd Vagnur)

Havnar Róðrarfelag eigur trý 10-mannafør. Í gamla neystinum stendur Havnarbáturin frá 1971, sum Niclas í Koltri smíðaði. Báturin er í heilt góðum standi, sum menn varðveita og halda, og sum róðu við bátinum á sinni. Síðani er tað 10-mannafarið, sum vit síggja á myndini, eitt 10-mannfarið, sum Sámal Hansen smíðaði í 1998. Í neystinum stendur nýggi Havnarbáturin, sum ikki er ætlaður til vetrarrógving. Báturin skal standa turrur og væl klárur at flota næsta vár. Men hví vetrarrógving spyrji eg Gunnar.

– Allir menninir umborð hava róð alt sítt ungdómslív við ymsum bátum og eisini vunnið nógv. Vit dáma allir væl at rógva, har summir venja viðvíst innandura allan veturin. Onkur rør eisini við nýggja Havnarbátinum. Tá uppskotið kom undan kavi at rógva um veturin, var skjótt at manna 10-mannafarið. Og tá onkur ikki kann rógva, hava vit eykamenn. Til dømis kundi Fróði Magnussen ikki vera við leygardagin, men so stóð annar rógvari klárur at koma umborð.

– Vit eru í bátinum kanska í hálvan annan tíma, og vit venja hart. Rógva vanliga fyrst út á Loysing ella út á Glyvursnes. Síðani venja vit intervallir og spurtir, sum man vanliga ger í sambandi við FM-róðrar. Nú spældi eg batminton í nógv ár og var við í Oyggjaleikum. Men at rógva er so fantastiskt, at hetta vinnur á øllum øðrum ítróttagreinum, sigur Gunnar at enda.

Fyri ein felagsskap sum Havnar róðrarfelag og onnur róðrarfeløg er av heilt stórum týdningini, at pláss eisini er fyri eldri manningum, tí hesir rógvarar fylla so nógv í neystinum. Teir hava nógvar royndir, summir dáma væl at reypa um sigrar á sinni, og so kunnu teir taka eina hond í, tá okkurt skal fyriskipast tildømis ódnartøkini og ólavsøkuróðrarnir.

Onkur heldur kanska, at nú fara vit at síggja smærru bátastøddirnar hjá felagnum eisini á vágni um veturin, men so er ikki. Teir standa í neystinum, har summir bátar skulu umvælast fyri síðani at bíða eftir at vera flotaðir aftur næsta vár. 5-mannaførini eru ikki egnaði til vetrarrógving, tí bátarnir eru ikki nóg sjógóðir og eru ov smáir til endamálið. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>