
Nógvir hondbóltsspælarar, venjarar og áskoðarar eru ørg inn á nýggju hondbóltsreglurnar, sum komu í gildið í hesum kappingarárinum. Sumt er so ógreitt í reglunum, at sjálvt dómararnir hava torført at fylgja við. Nú er so eitt blátt kort komið upp í leikin, tá spælari verður vístur av vølli, men hava fólk veruliga skilt, hvat hetta kortið inniber? Men fyrst til tvær áhugaverdar hendingar, sum fóru fram í kvinnudystunum millum Neistan og VÍF og StÍF og VÍF, har spælari órættvíst fær reytt kort fyri síðani leikbann ein dyst, tí spælari skal hava skotið bóltin í andlitið á verjuspælara og málverja.

Flestu hondbóltsdystir verður filmaðir, og er hetta arbeiði, sum feløgini sjálv taka sær av til tess at síggja egið lið og eisini mótstøðuliðið spæla. Í seinastuni eru tvey áhugaverd “klipp” løgd út á Hondbóltskjak, sum vísa tvær serliga hendingar, sum fáa ógvusligar fylgir fyri tveir spælarar. Myndirnar vísa púra greitt, at spælararnir ikki skjóta bóltin í andlitið á mótstøðuspælara. Í eina førinum hoppar verjuspælari upp, tá hann fær bóltin í andlitið, og í hinum førinum flytir málverjin seg, so hann fær bóltin í andlitið. Í báðum førum døma dómararnir skeivt og geva órættvist reytt kort til spælararnar. Hetta siga reglurnar púra greitt.
Í spælireglunum hjá HSF stendur, at filmupptøkur ikki kunnu brúkast sum próvtilfar. Paragraf 5.21 sigur soleiðis: Videoupptøkur kunnu einans nýtast í harðskapsmálum. Avgerðir grundaðar á videoupptøkur kunnu tó aldri hava fylgjur fyri dystarúrslit. Fær spælari reytt kort, so viðførir hetta leikbann ein dyst. Tað vil siga, at her er talan um tveir spælarar, sum órættvíst fáa leikbann ein dyst pluss restina av dystinum, har hendingarnar fóru fram.

Munurin millum reytt og blátt kort er, at tá reyða kortið verður givið, er ikki neyðugt hjá dómarunum at skriva frágreiðin til HSF. Blátt kort krevur frágreiðing frá dómarunum, sum aðalnevndin í HSF so viðger og dømir. Her vera feløgini eisini hoyrt. Blátt kort verður givið í førum, har hendingin er meira enn til vanligt reytt kort. Tildømis, tá spælari hevnir seg við slagi ella er ógvusliga høvuðiskur ímóti dómarum. Tá fær spælari fyrst reytt kort fyri síðani blátt kort. Altjóða reglurnar siga í ymsum brotum, hvat bláa kortið kann gevast fyri. Sum eg skilji á teimum á skrivstovuni hjá HSF, so kunnu dómararnir eftir dystin taka burtur bláa kortið um mett verður, at hendingin var kanska bara til vanligt reytt kort.
Tað, sum fólk í Danmark eru mest ill um, er tá lið spæla sjey ímóti seks spælarum í álopinum, og at álopið kann enda við, at spælari kann skjóta bóltin í tómt mál. Hetta hóvar slett ikki áskoðarunum, tí tey halda, at hetta er grundleggjandi oyðileggjandi fyri uppruna hondbóltsspælið. Eitt er, at spælireglurnar broytast leypandi, annað er, at dómarin skal veruliga lesa uppá, áðrenn teir fara á vøllin at døma dyst.
Er haldi, at tað er so týdingarmikið, at dómararnir veruliga hugsa seg um og róliga tosa saman á vøllinum, áðrenn reytt og blátt verður givin. Tí tað ringasta, sum kann henda, er, at spælari verður revsaður fyri nakakð, sum hann ikki hevur gjørt. Siga vit tildlømis, at spælari fær reytt kort, tá tíggju minuttir eru farnir av dystinum, so fær hann fyrst 50 minuttir leikbann fyri síðan ein dyst aftrat. Tað vil siga 110 minuttir. Tí skal reyða kortið og møguligt brátt kort vera væl umhugsað av dómarunum. (Vagnur)