
Tá eg hoyrdi komandi borgarstjóran í Havn siga í útvarpinum, at meira fíggjarligur opinleiki og gjøgnumskygni skal í framtíðina vera í kommununi, so hugsað eg beinanvegin: – Frálikt, tí hvat veit vanligi borgarin í Tórshavnar kommunu veruliga, hvar skattkrónurnar vera brúktar til?. Svar mítt til orðini hjá komandi borgarstjóranum er: Borgarin veit alt, alt ov lítið. OK. Vanligi raksturin av kommununi kostar, sum skúlar, umvælilng av vegum, ítróttaøkjum og umsitingini, bara at nevna nøkur øki úr bunkanum. Men hvat kostaði nú trappan at enda í Vágsbotni, brúgvin um Sandá, og umvælingin av Saltsøluni, sum ikki enn er liðug. Borgarin fær einki at vita um hetta, og tú kanst heldur ikki fara inn á heimasíðuna Torshavn.fo at síggja, hvat alt í kommununi kostar.
Áhugavert at fylgja við í fjølmiðlunum, tá stórarbeiði vera boðin út. Síggja tølini og fáa at vita, hvør fyritøka fær arbeiðið. Stórur munur var tildømis á tilboðunum um at útbyggja Skansabryggjuna. Lægsta tilboðið var 387 milliónur krónur og hægsta tilboðið 794 milliónur krónur. Tað gongur ógvuliga striltið hjá fyritøkum at halda tíðina, og bestu dømini vóru brúgvin um Sandá og nú Skúladepilin í Marknagili.
Vit hoyra í fjølmiðlunum um dagbøtur, men vit fáa ongantíð at vita, hvat arbeiðið at kostar endaliga, og hvat fyritøkan møguliga skal gjalda í dagbøtum. Vit hoyra eisini mangan, at nú gjørdist eitt arbeiðið so og so nógvar milliónir dýrari. Borgarin hevur krav at fáa vita slíkt.
Seinnu árini eru stórar upphæddir streymaðar í pengakassan í Tórshavnar kommunu, og tað sýnist, at á summu økjum hevur kommunan ov nógvan pening, meðan á øðrum økjum er minni av peningi. Elraøkið hevur fær so ikki ov nógvan pengin. At núverandi býráð í Havn nú lækkar skattaprosentið 0,75% sigur mær, at býráðslimirnir viðurkenna og siga borgarunum, at kommunan seinnu árini hevur kravt ov nógvar skattakrónur frá borgarunum.
Bygda – og býráðsvalini eru av, og politisku sjógvarnir er um at slætna aftur kring landið. Nú fylgi eg og onnur bara við eftirmetingini í fjølmiðlunum av bygda – býráðsvalunum. Serliga áhugavert er at hoyra, tá fólk tosa um rættvísi og órættvísi við okkara valskipan. Mest órættvíst er, at borgarstjórar kunnu fáa tvær stórar almenna lønir. Hetta líkist ongum, og so kann tykjast løgið, at býráðslimir við 364 og 369 atkvøðum ikki sleppa í býráð, meðan tað sleppa tvey onnur fólk í sama býráð við ávikavist 144 og 146 atkvøðum. Men soleiðis er núverandi valskipanin. (Vagnur)