Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Tá tosaði eingin um kviksilvur ella PCB

$
0
0
Minnirík mynd á eysturvág. Ikki er longur loyvt at brúka hvalvákn.
Minnirík mynd á Eysturvág. Ikki er longur loyvt at brúka hvalvákn.

Tá ið eg sá omanfyri myndina á Facebook, sveimaði tankarnir beinanvegin, og eg ímyndaði mær grindadrápinum, sum vóru á Eysturvág, tá ið eg var unglingi í Havn. Tá kundi grindin ikki fara upp á turt uttan nakrir fáir hvalir inni á sandinum við áarmunnan. Hvalirnir vórðu stungnir við hvalvákni, sum eru bannað fyri nú nógvum árum síðani. Nakrir hvalir vórðu eisini høgdir við sóknarongli og hálaðir upp á turt, har teir vórðu skornir á háls. Hátíðardagar vóru í Havn, tá ið grind legði beinini. Næmingarnir fingu frí úr skúla, og sannur veitslurómur var í býnum.

Ikki hugsaðu fólk tá um kviksilvur og PCB, og tá var eingin Pál Weihe at minna okkum á, hvussu skaðiligt tað er at eta ov nógv av tvøsti og spiki. PCB er eiturevni, sum hópast upp í føðiketuni, og sum er skaðiligt fyri menniskjalikamið. PCB er tildømis í byggitilfari, kunsttøðum og máling, og eru nú bannað í EU-londum, men PCB-ið er komið í umhvørki bæði á sjógvi og landi og verður seint ella slett ikki niðurbotið. Grindahvalurin, sum ferðast á okkara leiðum, er dálkaður, og mangan fáa vit tí at vita, at vit ikki mugu eta tvøst og spik ov ofta.

Kanningar vísa, at kviksilvur tálmar mál, árvakni, minni, rørslu og rúmsansir. Og serlig boð eru til ungar gentur og kvinnur, at tær ikki mugu eta tvøst og spik, tí eiturið kann í ringasta føri føra til, at tær ikki fáa børn. Men aftur til grindadrápini á Eysturvág. Eg síggi fyri mær ávísar persónar, sum gjørdust púra villir, tá ið grind kom á Havnina. Stillir og friðarligir menn blivu púra ørir í høvdinum. Síggi fyri mær mynd av manni, sum svimur út til hval við grindaknívi í munninum.

Tá var grindadráp stuttligt og spennandi, men við árunum fánaði hugurin at fara í grind. Eg minnist einaferð, at ein hvalur lá undir pakkhúsinum hjá Landshandlinum, sum nú hýsir kappróðrarbátum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Har lá ein hampuliga stórur hvalur, og vit fóru at telja sárini frá hvalváknunum bara á einari síðu á hvalinum. Vit taldu 137 sár, og eg kann eisini minnast, at drápið, tá ið tað gekk av skriðuni, vardi í fleiri í tímar, tí mangan sluppu nakrir hvalir útaftur og so aftur at reka. Mangan sá út, sum summir menn bara stungu onkrastaðni á hvalinum.

Alt varð broytt í Havn, tá ið farið var í Sandagerð at halda grind til, men fyrstu árini var framvegis loyvt at brúka hvalvákn. Seinni bleiv hvalvákni bannað, og nú verður roynt av øllum alvi at fáa grindina at gera landgongd. Útlendingar hava vakin eygu við føroyingum, tá ið talan er um grindadráp, men seinastu árini er mótmælini fækkaði í tali. Eg skilji heilt væl, at útlendingar stúrsa við, tá ið teir síggja villar føroyingar í drápi, og vágin er blóðreyð. Føroyingur etur ikki eins nógv tvøst og spik, sum teir gjørdi á okkara ungum døgum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>