
Á vári 1987 hendi tað, at 1. kvinnulið og 2. kvinnulið hjá Neistanum spældu seg í finaluna í steypakappingini. Bestu liðunum itu tá 1. deild kvinnur og 1. deild menn. Neistafólk vóru ógvuliga spent henda dagin, tí mett var, at 2. deildarliðið við fleiri royndum spælarum hevði eins góðan møguleika at vinna steypafinaluna. Nógvir áskoðarar vildu síggja hesa uppgerð. Áskoðararnir fingu eisini ein javnan, harðan og spennandi finaludyst. Og tað var um reppið, at 2. deildarlið fór avstað við sigrinum, tí mistur bóltur gjørdi av steypafinaluna. 25. mars 1987 vunnu neistakvinnur í 1. deild steypafinaludystin 13-12 á neistakvinnum í 2. deild. Eg hava funnið fram felagsmyndina av báðum liðunum frá minniliga steypadegnum. (Vagnur)