
Sjálvt um allir pílar í samfelagnum vísa vinkulrætt uppeftir við lágum oljukostna, góðari uppsjóvarvinnu og methøgari aling, so megna vit ikki at hava nóg gott sjúkrahúsverk. Vit skulu byggja undirsjóvartunlar fyri milliardir, vit byggja miðnámsskúla fyri útvið 700 milliónir, fólkaskúlar og havnir fyri hundraðtals milliónir, og so togast fólk í tinginum og í fjølmiðlunum um sekstan milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tað má vera dapurt hjá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum aftur og aftur at hoyra um sparingar, og at starvsfólk kanska vera uppsøgd. Hetta hava tey ikki uppiborið. Jú, okkurt er spinnandi galið í okkara samfelag.
Fyri tveimum árum síðani endaði eg á skaðastovuni og lá eitt døgn á Landssjúkrahúsinum. Tað má eg siga; Góð tænasta. Fyrikomandi lækni og sjúkrasystir á skaðastovuni og ikki minni fyrikomandi sjúkrasystrar og læknar á deildini. Tríggjar mánaðir seinni var eg innkallaður til kanningar, og føroyskur lækni komin úr Danmark í nakrar dagar at kanna fólk. Tænastan 100%. Tá so er, er undrunarvert, at vit aftur og aftur hoyra um sparingar á Landssjúkrahúsinum.
Fyri nøkrum árum síðani tosaði eg við yvirlækna, eg kenni, um sparingar, sum fóru fram á Landssjúkrahúsinum um hetta mundið. Hann segði mær, at høvuðsorsøkin til órógv á Landssjúkrahúsinum ferð eftir ferð er, at flestu landspolitikarar hava slett ikki innlit í, hvat fyriferst á skjúkrahúsinum. Hann sipaði til herd krøv, nýggj tól og vantandi læknar. Tað kann jú ikki bera til, at Landssjúkrahúsið skal spara og spara, samstundis, sum nógvir læknar vanta á sjúkrahúsinum, sum eisini kostar pening. Hetta hongur ikki saman.
Tá vit herfyri hoyrdu í fjølmiðlunum, at vaktarskipini hava ikki pening til olju, og at Landsverk ikki hevur pening til maskinur at rudda kava, so øtast fólk, má eg siga. Í Havn fossar peningur í kommunukassan, og kommmunan hevur ráð til millum annað at umvæla bygning fyri fleiri enn hundrað milliónir krónur, ein bygning, sum tey ikki vita skal brúkast til. Tá stendur tú spyrjandi, at Landssjúkrahúsið vantar sekstan milliónir krónur. Hetta er smápeningur í mínum hugaheimi, tá vit hoyra um onnur stór tøl í samfelagnum.
Jú, okkurt er spinnandi í okkara samfelag ella rættari sagt við okkara samfelagsskipan. Og bygd -og býráðsvalini herfyri boða eisini frá hesum, tí nú vilja fólk heldur vera bygda – og býarpolitikarar enn at sita í løgtinginum. Nógvu krónurnar eru nú í kommunukassunum kring landið, og tá er hugaligari at sita í slíkum sessi. (Vagnur)