
Uttan iva er tað aldurdómstekin at leita og hyggja at gomlum myndum. Jú, størri Havnin gerst, jú meira áhugaverdar gerast gomlu myndirnar úr Havn. Í bókini “Frá penni Petur Hábergs”, steðgaði eg góða løtu við myndina omanfyri. Myndin er frá 1905, tá fyrsta “Ebenzer” var bygt, sum vit síggja nærmast til høgru. Vit síggja vakra Kommunuskúlan frá 1895 og Sparikassan frá 1905, sum framvegis eru serliga vøkur bygningsverk í miðbýnum. Áhugavert at sígga fram við Vestaruvág, har vit síggja stóra pakkhúsið hjá Jens Evensen. Konslarapakkhúsið. Hann turkaði millum annað fisk uttandura, sum vit eisini síggja á myndini. Tá eg síggi sethúsini við lagaðu grundunum, hugsi eg mangan, hvussu nógv vakrari henda myndin omanfyri er, enn vit síggja í miðbýnum í dag. Vøkru sethúsini eru skift út við ljótar betongklossar, sum hava ongan vakurleika ella hugna. Tað arkitekttoniska er á nullpunktinum. Fólkatalið um hetta mundið í Havn nærkaðist 2000 fólkum, sum var um 10% av fólkatalinum í Føroyum. Í 2016 búgva 41,9% av fólkunum í Føroyum í Tórshavnar kommunu. Stór miðsavnan í meira enn hunddrað ár. Eisini áhugavert at hyggja út á Argir, hvussu nógv er broytt og útbygt har, síðani myndin var tikin. (Vagnur)