Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Minnisvarðin – 60 ár eru liðin, síðani minnisvarðin í Plantasjuni varð vígdur

$
0
0
Sjómaðurin hevur gott útsýni suður í hav. (Mynd Vagnur)

Eg síggi hvønn dag úr køksvindeyganum minnisvarðan í Plantsjuni, og har hevur minnisvarðin altíð staðið, sjálvt um hann er sjey ár yngri enn eg. Minnisvarðin er vakurt listaverk lagaður úr føroyskum gróti. Á talvum standa nøvnini á teimum 210 sjómonnunum, sum doyðu undir seinna heimsbardaga.

Nógvir føroyingar og nógvir útlendingar vitja vakra minnisvarðan, og sjómaðurin hevur frálíkt útsýni suður í hav. Likkurnar sita mangan nógvar á høvdinum á sjómanninum, og tær dálka. Likka er flytifuglur, og tá ið likkan er farin, vaskar regnið minnisvarðan reinan aftur.

Jákup Joensen próvstur gav í 1947 út bókina Víkingasynir, og hetta er dapur lesnaður, tí heili 210 føroyskir sjómenn doyðu undir seinna heimsbaradaga. Vit mistu nógv fiskiskip, sum í krígsárunum sigldu við feskum fiski úr Íslandi til Onglands og eisini fiskaðu undir Íslandi.

Føroyski mekaniski grótídnaði gjørdu steinpláturnar. (Mynd Vagnur)

Sjógvurin er eitt av stóru arbeiðsplássunum hjá føroyingum, og hetta hevur sett síni spor bæði í gleði og í sorg. Vit mistu 210 sjómenn undir seinna heimsbardaga, og fleiri enn 300 børn gjørdust faðirleys.

Tað var Jákup Joensen próvstur, sum sunnudagin 22. juli 1956 vígdi minnisvarðan í Plantasjuni, meðan tað var Ruth Poulsen, seinni gift Jensen, sum avdúkaði hann. Ruth er dóttir Hans Poulsen, sum fórst við trolaranum Nýggjabergi í mars 1942. Við Nýggjabergi sjólótust 21. mans.

Minnisvarðin varð vígdur við hesum orðum: – So vígi eg hetta listaverk at vera varðveitingarvarði av einum stuttum men sera týdningarmiklum parti av okkara søgu. Eg vígi hann at vera øllum sjófólki okkara eitt heiðurstekin. Eg vígi hann at vera teimum, hvørs nøvn her eru skrivað, ein minnisvarða, har steinar og málmur tala um menn, sum undir hættisligum viðurskiftum bóru dagsins tungu byrðu og hoknaðu undir henni í deyðan.

Akkerið og standmyndin eru gjørd av norska listamanninum Kaare Orud. Byggifyritøkan Lamhauge & Waagstein stóð fyri uppsetingini, og múrarin Jacob Simonsen stóð fyri laðingini. Steinpláturnar vórðu gjørdar av Føroya mekaniska grótídnaði.

Líka síðani minnisvarðin varð avdúkaður, hevur verið siðvenja at halda fyrsta novembur allahalgunnardag sum minningardag teirra sjólætnu. Týdningarmikið hjá føroyingum at hava ávísan dag, har vit steðga á og minnast tey sjólætnu. Hetta verður gjørt við minnisvarðar kring landið.

Hvørt ár 1. novembur er minningarløtu við minnisvarðan í Plantajuni, har løgmaður, prestur, sjófólk og onnur eru til staðar.

Eg kann minnast sum smádrongur, at fólk søgdu, at sjómaðurin í Plantasjuni líktist meira einum norskum sjómanni og enn einum føroyskum sjómanni. Tað var jú ein norskur listamaður, sum gjørdi standmyndina. (Vagnur)

Nógv nøvn eru á talvunum. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082