Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nøkur orð um Kjartan Mohr nú hann er farin

$
0
0
Kjartan var landsapotekari nú hann fór um sýn.
Kjartan var landsapotekari, nú hann fór um sýn.

Eftir stutta sjúkralegu andaðist Kjartan Mohr 24. november 61 ára gamal. Tá eg hitti Kjartan fyri seinastu ferð á Syðradalsvegnum, tá hann og konan Mona eins og eg í skýmingini vóru komin at síggja sólina fara í kav og lita himmalhválvið bjart millum Hest og Koltur, vóru fyri meg eingin tekin, at æviskeiðið hjá Kjartani var um at styttast, og at hesin lívsglaði, fitti og prátingarsami maður tríggjar vikur seinni er farin um sýn.

Ikki fylgdi eg vegna hálsbruna Kjartani til gravar, men eg fylgdi gravarferðini heima í tonkunum. Sá alt fyri mær. Hvítu kistuna og stóru mannfjøldina, tí Kjartan kom so víða í samfelagnum. Umframt at vera almennur persónur sum landsapotekari, var hann í fleiri ár ein av ímyndunum í B36, har hann var kassameistari við kønari hond. Hann er jú uppvaksin í felagnum, spældi á sinni á besta liðnum og brendi fyri felagnum, alt tað eg veit. Hann sang eisini í manskórinum.

Vakurt eisini at síggja vakra hjarta frá børnunum,
Vakurt eisini at síggja vakra hjartað frá børnunum, abbabørnunum og versyni. (Mynd Vagnur)

Dagin eftir jarðarferðina føldi eg trongd at leita út í kirkjugarðin at siga Kjartani farvæl. Hevði ikki tol at bíða nakrar dagar, tað skuldi vera nú. Komin heilt vestur í kirkjugarðin, sá eg tvær gravir, og tá eg veittraði til mann í gravimaskinu og peikaði á báðar gravirnar skamt frá, steðgaði maðurin maskinuni og svaraði: Kjartan liggur har, tí hann visti, hvørji ørindi míni vóru.

Undarligt at hugsa sær, at her liggur Kjartan grivin. Løtan skuldi gerast rørandi. Tá eg las heilsanirnar frá foreldunum og konu, børnum, versyni og abbabørnum á kransabondunum, blotnaði hjarta mítt í góðveðrinum vestast í kirkjugarðinum. Hesa løtuna reikaðu tankarnir, og eg gjørdi av at skriva nakrar reglur um Kjartan.

Fyrstu tankarnir leitaðu til foreldrini, tí tað ringasta í hesi verð má vera at fylgja sínum børnum til gravar. Skeiv raðfylgja á lívsleiðini hjá okkum øllum. Undarligt hjá Monu og børnunum at vita sær, at maðurin og pápin stóð undir børu í Vesturkirkjuni, sum er ein av nærmastu grannunum hjá Kjartani og teimum.

Poul og Anna Mohr og børnini Brynhild, Kjartan, Dánjal Pauli og Gunnar búðu í mínum ungu barnaárum í húsi eystan fyri timburdeildina við Skipasmiðjuna. Húsini standa har enn. Vit uppi við Landavegin kendu lítið til børnini hjá Pouli og Annu, sjávt um vit dagliga reikaðu niðri við sjóvarmálan og eisini við Skipasmiðjuna. Børnini vóru øll yngri enn vit.

Fyrstu barnaárinum búðu Kjartan og tey reyðu húsunum við Skipaskipasmiðjuna. (Mynd Vagnur)
Fyrstu barnaárini búðu Kjartan og tey í reyðu húsunum við Skipasmiðjuna, har Kjartan var føddur. (Mynd Vagnur)

Í 1964 fluttu Poul, Anna og børnini í nýggj hús upp á Heygnum, júst á staðnum har sum fólk við Landavegin høvdu brent bál síðani fyrst í 1900-talinum. Høgni Mohr og konan Anna Bertha vóru í 1959 flutt í nýggj hús beint sunnanfyri hjá Pouli og Annu.

Kjartan og hini systkini komu ikki nógv í samband við okkum við Landavegin, tí tey varðveittu vinirnar, sum tey kendu niðri við Skipasmiðjuna. Tey hjá Müller og onnur. Tó minnst eg Brynhild koma oman at spæla við okkum niðri við Landsbókasavnið, og hon bleiv við tíðini ein landavegsgenta. Vit mistu góða staðið at brenna bál, sum sást um alla Havnina, men vit fingu annað gott stað har á leiðini at brenna bál á nýggjárinum, og Kjartan og tey vóru eisini við.

Eg kom ikki rættiliga at kenna Kjartan, fyrr enn hann og Mona miðskeiðis í 1980-árunum fóru at byggja sær hús á trøðni hjá Arnoldi og Betzy Ludvig við Landavegin. Frá køksvindeyganum hjá okkum hinumegin ánna kundu vit fylgja við, hvussu ungu hjúnini búleikaðust. Húsini vóru ikki meira enn liðug, og tey vóru flutt inn, tá Mona og Kjartan fóru undir at fyrireika urtagarð um húsini. Og væl lá fyri, og serliga haldi eg, at tað var Mona, sum hevði grønu fingrarnar við góðari hjálp frá systrini, sum er gartnari.

Vit sóu børnini Pól Róa, Moniku og Elsu Annu vaksa upp, og sóu tey mangan fara eftir brúnni um ánna og yvir til abban og ommuna, sum búgva uppi í brekkuni handan Á, sum tað nú eitur.

Í 1964 fluttu Kjartan og tey í nýggj hús upp á Heygnum. Húsini hjá Høgna og Alberthu Mohr frá 1959 síggjast vinstrumegin. (Mynd Vagnur)
Í 1964 fluttu Kjartan og tey í nýggj hús uppi á Heygnum. Húsini hjá Høgna og Alberthu Mohr frá 1959 síggjast vinstrumegin. (Mynd Vagnur)

Í tí dagliga halda vit mangan í huganum, at lívið er óendaligt, og vit gera okkum tíbetur ikki  far um, at lívið kann vera stokkut. Nú Kjartan er farin, komi eg at hugsa um, hvussu nemmur hann var at tosa við, hesin fitti og prátingarsami maður. Komu vit í tos, skuldu vit bara nevna  B36, so fóru tungurnar á glið, men Kjartan og eg høvdu fyri nøkrum árum síðani eisini eitt frítíðarítrív, sum fylti nógv í okkara hugaheimi. Okkum dámdi væl at vera á floti.

Málarin Niels Nielsen átti bát við leysamotori, og Kjartan og Niels vóru mangan á floti. Minnist Kjartan siga mær, at hann var so ringur av sjóverki, at hann mátti klistra sær serligt plástur aftan fyri annað oyrað. Og plástrið hjálpti heilt væl. Jens Mohr, pápabeiggi Kjartan, átti svart 8-mannafar við hvítum húsi, sum eitt skifti lá við bátabrúgvarnar borð um borð við okkara bát. Kjartan var eisini mangan á floti við hesum báti.

Komi júst í tankar um eina serliga hending. Beint eftir middag ein dagin fyri nú nógvum árum síðani kom eg oman í bátin og ætlaði mær niðan í fjørðin. Í bátinum hjá Jens Mohr stendur Kjartan og fæst við okkurt aftan fyri húsið. – Er tað ikki býtt, at vit fara við hvør sínum báti? – kom við mær, segði Kjartan. Og so bleiv.

Tá vit komu út um Molan merkti eg á Kjartani, at eg skuldi gera av, hvar fiskast skuldi. Hann visti, at okkara heimabeiti var uppi í fjørðinum serliga við Hoyvíksgrynnuna og millum Stong og Eystnes. Og hetta vildi hann fáa at vita meira um. Frálíkur túrur og væl var fiskað, har Kjartan stýrdi og spurdi um streym og ýti, meðan eg peikaði. 8-mannafarið hjá Jens Mohr, sum Jógvan Hansen svigarsonur Sigurð Joensen smíðaði, var sjógóður bátur. Heilt øðrvísi at sita í føroyskum báti og fiska enn at standa í glastrevjabáti, sum rullar meira og hevur aðrar rørslur.

Miðskeiðis í 1980 fóru Kjartan og Mona undir at byggja sær hús við Landavegin. (Mynd Vagnur)
Miðskeiðis í 1980-árunum fóru Kjartan og Mona at byggja sær húsini við Landavegin. (Mynd Vagnur)

Meðan eg standi og hugleiði við grøvina hjá Kjartani, kemur maskinførarin ímóti mær. Hann kendi væl Kjartan og heldur eisini við B36. – Eg havi arbeitt í kirkjugarðinum í seks ár, og ongantíð áður havi eg sæð so stóra mannfjøld sum í gjár, sigur maskinførarin. Eg legði eisini til merkis, at nummarið á grøvini hjá Kjartani var 3636. Hugdi at hinum gravunum, og tey høvdu fyrstu tvey tølini 36, men ikki seinnu tølini 36. Tilvild? Onkur veit betur.

Tíð var nú komin at spáka sær omaneftir, meðan eg hugsaði um nøkur orð, eg las fyri kortum um lívið og deyðan: Stundum skilir tú deyðan, stundum ikki. Og kanska lurtar tú ikki nóg væl eftir. Lívið er eins og summarkvøld, tá ið pollamjørkin rekur fram við fjallinum. Bjart við hvørt, myrkt við hvørt. Summar myndir klárar, tú sært brekkur og hamrar, og tú kanst fylgja røðurásini. So reka nakrir flókar inn fyri myndina, og so køvir av aftur eina løtu, og tankarnir fara at reika, skrivar rithøvundurin millum annað.

Undarligt, at røddin við Landavegin nú er tagnað. Tankarnir leita til familjuna við Landavegin, foreldrini uppi á Heygnum, systkini og vinir og kenningar hjá Kjartani. Hvíl í friði fitti, fryntligi og prátingarsami landavegsmaður. Undarlig kensla at fara úr kirkjugarðinum frá 1935 vitandi um, at har liggja umleið 5500 fólk grivin, og at Kjartan og pápasystirin nú ligga vestast í garðinum. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>